Lógarfestir spurningar

Sosialurin tekur støði í spurnarblaðnum frá Eik. Tó er lítil munur á spurningunum frá banka til banka, hóast Føroya Banki eisini hevur ein spurning, har teir ynskja at senda kundum sínum lýsingartilfar. Hetta við lýsingum, hevur onki við hesa lógina at gera, men við nýggju marknaðarføringslógina.


Niðanfyri eru tilvísingar og frágreiðingar til spurningarnar. Lógin talan er um kallast: LOV OM FOREBYGGENDE FORANSTALTNINGER MOD HVIDVASK AF UDBYTTE OG FINANSIERING AF TERRORISME, sum kom í gildi í Føroyum 1. juli 2008

Avrit av passi ella koyrikorti: Hetta stendur í vegleiðingini frá fíggjareftirlitinum. Har sendur, at samleikin skal skjalprógvast við passi ella koyrikorti. Hetta er ikki skrivað í lógini, men fíggjareftirlitið arbeiðir eftir sínum treytum.

Navn: Lógarkrav

Bústaður: Lógarkrav

p-tal/passnummar: Lógarkrav

Telefon, fartelefon og teldupostur: Ikki lógarkrav

Tjóðskapur: Har skal mann skriva, hvar mann er føddur, tí tað er spurt um føðistað og ikki tjóðskap í vegleiðingini frá Fíggjareftirlitinum

Skattskylda: Ikki lógarkrav

Starv: Ikki lógarkrav

Politiskt útsettur persónur: Ikki lógarkrav

Endamál við bankasambandinum: Lógarkrav

Um mann regluliga setir yvir 10.000 krónur inn: Lógarkrav og kann geva trupulleikar við bankanum

Væntaður umsetningur: Lógarkrav og kann geva trupulleikar við bankanum

Flyta pengar kontant: Lógarkrav og kann geva trupulleikar við bankanum

Upplýsingar um 3. mann: Lógarkrav