Tað er sera meint fyri okkum, at vit ikki kunnu veksa okkara virksemi, tí tað hava vit ætlað okkum. Tað er jú soleiðis, at fyri at hava eina vælriknað alifyritøku, skulu vit helst hava eini fýra aliloyvi, kanska fimm, fyri at hava ein samanhangandi rakstur. Tað er tann boðskapin, vit hava sett fram alla tíðina, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar.
Ætlaninar hjá Marine Harvest Faroes um fara undir aling á Sandsvág og at gera kryvjivirki í Sandoynni, verða av ongum, samstundis sum eini 35 nýggj arbeiðspláss, sum kundu verið skapt í Sandoynni, fara fyri bakka. Hetta verður ein av avleiðingunum av uppskotinum hjá Johan Dahl, vinnumálaráðharra, sum eftir øllum at døma fær undirtøku á løgtingi.
Uppskotið snýr seg um, at eigaraviðurskiftini í føroysku alivinnuni skulu broytast á tann hátt, útlendingar í mesta lagi skulu kunna eiga 30% av partabrøvunum. Ítøkiliga kemur hetta at merkja fyri Marine Harvest Faroes, at fyritøkan ikki kann vaksa stórvegis um sítt virksemið í Føroyum.
Mæla til afturtøku
Hans Jákup Mikkelsen er stjóri í Marine Harvest í Føroyum.
- Jú, vit ásanna, at tað liggur eitt lógaruppskot í tinginum sum sigur, at vit ikki fáa fleiri loyvir í Føroyum, og vit hava skilt, at meiriluti er fyri hesi ætlaðu broyting á løgtingi. Tí er grundarlagið at gera kryvjivirki í Sandoynni burtur.
Í samrøðu við Rás2 seinnapartin týsdagin, segði stjórin, at felagið nú hevur boðað sandoyartingmonnunum frá, at virkisætlaninar í Sandoynni eru sleptar, tí grundarlagið við uppskotnu lógarbroytingini er burtur.
- Vit hava eisini verið í vinnumálaráðnum, har vit hava boðað frá tí sama. Á fundinum við vinnumálaráðið søgdu vit, at okkara ynski í fyrsta lagi er, at uppskotið verður tikið aftur – og í øðrum lagi, at vit ynskja at varðveita, tað vit hava.
Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at Marine Harvest hevur smoltstøð á Hellunum og trý aliloyvi.
- Í vinnumálaráðnum fingu vit váttað, at vit kunnu varðveita tað, vit hava, og vit kunnu eisini fáa loyvini endurnýggjað um ávikavist trý og fimm ár. Í vinnumálaráðnum nevndu vit eisini, at vit gjarna vilja fáa ásetingina viðvíkjandi stjóra og nevndarformanni broytta, tí hesir skulu hava búð tvey ár í Føroyum, áðrenn teir kunnu setast.
Vit skilja, at ein meiriluti er fyri, at útlendingar ikki skulu eiga meiri enn 30% - og nú eru 72,9% av okkara partabrøvum á útlendskum hondum, soleiðis at vit fáa ikki fleiri loyvi.
Kunnu ikki veksa
Men, hvat merkir so uppskotið hjá Jóhan Dahl ítøkiliga fyri Marine Harvest í Føroyum?
- Uppskotið merkir, at vit kunnu varðveita tað, vit hava, og vit skulu nokk klára okkum við tí, men vit høvdu eitt ynski um at økja um okkara virksemi við at skapa størri virðir í samfelagnum og skapa fleiri arbeiðspláss. Vit hildu tað vera nærliggandi, at hesi arbeiðspláss kundu leggjast onkustaðni, har tørvur er á arbeiðsplássum. Tað kunnu vit so ikki nú, og vit halda tað vera rætt at boða frá, at tá støðan er, sum hon er, verður einki gjørt.
Hevur Marine Harvest í Føroyum varhugan av, at felagið er offur fyri eini lóggávu, sum í grundini ikki snýr seg um júst hetta felag, men sum nú kortini verður rakt?
- Ja, tað kann man ivaleyst siga. Vandi er kanska fyri, at tað stóra felagið í Føroyum endar á útlendskum hondum, og tí verður roynt at byrgja upp fyri hesum, men samstundis rakar ætlaða lógarbroytingin okkum. Vit eru tann minsta alifyritøkan í Føroyum, sum hevur ein útlendskan eigara – og sum eigur meiri enn 30%. Tí rakar henda ásetingin okkum sera meint við tað, at vit kunnu ikki veksa meiri um virksemi. Men vit kunnu so varðveita tað, vit hava, og haðani fara vit so at arbeiða, og vit fara eisini at hyggja eftir, hvørjir aðrir møguleikar kunnu stinga seg upp.
Partvís niðurbundnir
Hvussu kennist tað so hjá Marine Harvest í Føroyum ikki at hava vakstrarmøguleikar, men at felagið noyðist at hanga í tí, sum felagið hevur. Um tað gongur væl, so kunnu tit kortini ikki veksa um virksemi?
- Jú, man kann væl siga, at vit eru eitt sindur niðurbundnir av hesum.
Hans Jákup sigur, at Marine Harvest við vilja - og í fleiri ár - ikki hevur goldið út vinningsbýti, tí felagið ætlaði at gera íløgur í Føroyum.
- Men tað kunnu vit so ikki nú. Tað er sera meint fyri okkum, at vit ikki kunnu veksa okkara virksemi, tí tað hava vit ætlað okkum. Tað er jú soleiðis, at fyri at hava eina vælriknað alifyritøku, skulu vit helst hava eini fýra aliloyvi, kanska fimm, fyri at hava ein samanhangandi rakstur. Tað er tann boðskapin, vit hava sett fram alla tíðina. At hava trý loyvi er í ov lítið. Tí hava vit havt eitt ynski um at veksa eitt sindur. Vit hava slett ikki ætlað okkum at yvirtikið Føroyar, men at koma upp á eini fýra ella fimm loyvir, soleiðis at vit kunnu hava ein samanhangandi rakstur.
35 arbeiðspláss burtur
Hetta at tit nú ikki kunnu fáa loyvi at ala á Sandsvág, sum so eisini forkemur ætlanunum um eitt kryvjivirki í oynni – merkir tað ítøkiliga, at eini 35 arbeiðspláss fara fyri skeyti í Sandoynni sum hetta annars kundi skapt?
- Ja, vit hava mett, at eitt virki í Sandoynni kundi borið eini 30 fólk – og eini fýra fólk á alibrúkinum. Tí hava vit sagt eini 35 arbeiðspláss, men hetta verður nú av ongum. Sum er, verður okkara laksur pakkaður á virkinum á Strondum, og tað verður nokk har, vit fara at halda fram í tí samstarvinum, sum vit hava har, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest í Føroyum, við Rás2.
Nevndarformaður í fyritøkuni er føroyingurin, Ragnar Joensen, sum er stjóri í Marine Harvest í Noregi, men kemur lógarbroytingin hjá Johan Dahl ígjøgnum, sum hon sær út nú, kann Ragnar ikki halda fram sum formaður í Marine Harvest Faroes.









