Lógarbrot at kanna aðalskrivaran

Sum limur í altjóða fótbóltsfamiljuni hevur FSF og harvið eisini føroysku fótbóltsfeløgini bundið seg til at fylgja teimum reglum, lógum og avgerðum, sum verða tiknar av UEFA og FIFA.

Í málinum, sum meira enn nakað má roknast sum detonaturin í stríðnum millum FSF-forsetan og umsitingina, hevur hægsti kærumyndugleiki í UEFA gjørt úrskurð í málinum.

Hesin úrskurður gjørdist ein nøs til aðalskrivaran, og í úrskurðinum er eisini staðfest, at hesin er endaligur. Við øðrum orðum er tað brot á egnar lógir, um forsetin, starvsnevndin ella føroyskir fótbóltsformenn ynskja at suspendera aðalskrivaran, meðan málið verður kannað. Snøgt sagt, tí har er einki mál at kanna.

 

Tí verður fundurin í morgin í nógv størri mun eitt forum, har føroysku feløgini, sum eru partaeigararnir í FSF, sleppa at siga sína hugsan um, hvør leiðin hjá felagsskapinum nú skal verða. Og kanska eisini, hvør ella hvørjir skulu stýra skútuni, tá kósin er sett av nýggjum.