Eftir øllum at døma er tað vorðið vanligt at brenna ull á báli, tá seyður er royttur.
- Men tað er ólógligt at brenna ull á báli. Nógvi roykurin frá brenning av ull inniheldur bæði sót og onnur evni, sum PAH og annað. Hesin roykur er skaðiligur at anda í seg, og hann er dálkandi fyri náttúruna. Haraftrat luktar roykurin illa, og kann vera til stóran ampa, sigur Umhvørvisstovan á síni heimasíðu.
Í hesum døgum verður seyður royttur. Eftir øllum at døma verður ikki øll ullin tikin til vara og send til spinnarí ella gagnnýtt á annan hátt, men burturbeind. Hetta er stórt spell.
Umhvørvisstovan hevur fingið ábendingar um, at fleiri staðni verður ullin brend á báli á rættini, eftir at seyður er royttur.
- Hetta er greitt lógarbrot, og tí er revsivert at brenna ull á báli. Verður ullin burturbeind, skal hon latast til IRF ella brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu, sigur Umhvørvisstovan.
Lagt verður aftrat, at kommunur hava ikki heimild at veita loyvi til brenning av burturkasti sum eitt nú ull, men bara til at veita loyvi til jóansøkubál, nýggjársbál og slíkt.
- Einasta, sum er loyvt at brenna, er reinur og turrur viður, sigur Umhvørvisstovan.









