Kanningar higartil hava greitt víst, at økið við Skorhæddina á Eystnesi er besta staðið í Føroyum til altjóða flogvøll.
Her kunnu tvørbreytir gerast. Breytin í landnyrðing/útsynning kann gerast góðar 2000 metrar long, og tann av Eystnesi í útnyrðing tað dupulta ella meira.
Økið við Skorhæddina er tað frægasta í Føroyum til javnan vind.
Høg fjøll eru so langt burtur, at tey gerast ikki stórur trupulleiki.
Flogvøllurin verður mitt í Føroyum og tætt við kyrrasta fjørð, vit eiga. Hetta hevur alstóran týdning.
Flogbreytin í landnyrðing/útsynning er tann áhugaverda í fyrstu syftu. Hon nøktar tann akutta tørvin - er ríkiliga long til nýggju flogførini. Altantic Airways hevur umbiðið. Hertil er lendið slætt, so breytin kann gerast skjótt og bíliga.
Samskipan
Undirsjóvartunnil millum Suðurstreymoy og Eysturoy loysir seg at gera, tí fíggingin kann klárast við rímiliga lágum bummgjaldi, og so bindur hon meginpartin av Føroyum nógv betur saman. Tað skuldi verið sjálvfylgja at tunnilsgerð og flogbreytararbeiði verður samskipað, so nógvar milliónir krónur verða spardar.
Latið Landsverk sum skjótast fara í holt við tunnilsgerð og flogvøll.