TEY lond, sum hava ásannað, at fólkið ? the human capital ? er besta »rávøran«, eitt land eigur, eru millum fremstu lond í heiminum í dag. Afturímóti eru lond, sum eiga rávøru í undirgrund ella í fjøllum, ofta afturúrsigld.
HENDA staðfesting eigur at fáa okkum føroyingar einaferð enn at gera upp við okkum sjálv, tí enn halda mangir føroyingar ? eisini á vinstraveingi ?, at ov nógvur skúli og útbúgving er óneyðugt í einum fiskivinnusamfelagi. Henda áskoðanin umboðar trongskygni og hevur ikki ásannað, at føroyingar mugu eisini ganga aðrar leiðir, um vit skulu hava eitt betri búskaparligt grundarlag at byggja okkara samfelag á.
VIT eru eitt rávørusamfelag. Stórur partur av okkara rávøru fer framvegis óvirkaður av landinum, hóast 25 ára langar royndir, og drúgvt orðaskifti um hesi viðurskifti, hava roynt at fáa føroyingar at skilja, at vit mugu hagreiða okkara rávøru betur og meira. Hugsið um ótroyttiliga virksemið hjá tí framskygda John Smith ? bæði við tekniborð, á skipasmiðjum og í blaðgreinum. Men nýggju og yngru virkisleiðslurnar hava tíbetur ein framskygdan hugburð, so tað er ljós fyri framman ? væl og virðiliga.
HARAFTURAT hava vit í dag nógvar ungar og væl útbúnar virkisleiðslur innan aðrar vinnur, sum ásanna, at tað eru møguleikar fyri, at vit eisini kunnu gera okkum galdandi innan nútímans tøkni. Eisini skal Vinnumálastýrið hava eitt herðaklapp fyri, at tað hevur samskipað og latið orðað ein vinnupolitikk, sum er kunngjørdur í fleiri ritum.
MEN vinnupolitikkur og útbúgvingar er ikki nóg mikið. Tað er eisini neyðugt at granska og á hesum øki er eisini ein hugburðsbroyting við at henda í Føroyum. Tað er eydnast fleiri stovnum ? t.d. Fiskirannsóknarstovuni og Starvsstovuni ? at fáa fatur á útlendskum granskingarpengum og hetta kann verða við til at menna fólk og vinnu.
LANDSSTÝRIÐ ásannar eisini henda veruleika, tí í ólavsøkurøðu løgmans verður staðfest, at »mentan, undirvísing og gransking verða mett sum týdningarmestu íløguøkini hjá føroyska samfelagnum komandi árini«. Og hesum kunnu tey flestu taka undir við!vindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder