Petur í Gong
Brúkarasamtakið
??????????????
Brúkarasamtakið hevur sett sær fyri at taka samgonguna uppá orðið, og fáa sett í gildi eina lóg um marknaðarføring. Blandið nú ikki saman við forngripin "Lov om køb" frá 1906.
Men hvat er henda marknaðarføringarlógin fyri nakað, og hvat kann hon brúkast til?
Lógir av tílíkum slagi leggja vanliga út við, ikki at loyva marknaðarføring, ið stríður ímóti góðum handilssiði millum vinnufyritøkur, ella er órímulig yvirfyri brúkara, ella sum á annan hátt stríður ímóti góðum marknaðarføringarsiði. Víðari kann setast sum krav, at eingin niðurgerð ella munur skal gerast á fólki, og at greitt skal framganga, at talan er um marknaðarføring. Her hava vit nakrar sera umfatandi og grundleggandi treytir, og skuldu vit tí ikki havt fyri neyðini at gjørt meira við lógina. Brot á fylgandi greinar í lógini høvdu eisini verið brot á hesar fyrstu treytirnar.
Men hetta hevði verið ov trupult at fingist við. Tí er eisini neyðugt at hyggja eftir kendum støðum, ið kunnu íkoma, og ikki kunnu góðtakast. Eg kann nevna tvey dømi, ið hava elvt til øsing summa staðni í seinastuni. Røðarin á Ólavsøku roynur at selja okkum máling. Bilhandlarin letur ókeypis motorsúkklu við tí nýggja bilinum. Um vit hyggja at lógum um marknaðarføring í grannalondum okkara, eru bæði hesi dømi brot á nærri útpeikaði øki í lógunum, og høvdu tí helst ikki komi fyri.
Sostatt er skilagott at peika ávís øki út, fyri lættari at kunna átala og steðga óhepnari marknaðarføring.
Sum dømi um hesi nærri útpeikaðu øki kunnu millum annað nevnast tilætlað villleiðing, uppkrav uppá ikki umbidnar vørur ella tænastur, hópbrøv gjøgnum teldupost, SMS ella telefax, prísmerking (nú undir kunngerð frá Kappingarráðnum) og mangt annað. Alt eftir, hvat kann tykast at vera rímiligt í okkara samfelag, og hvat rørist í fólkinum. Tað nýtist sjálvsagt ikki at vera tað sama, sum í grannalondunum.
Eitt heilt annað øki, ið aðrastaðni verður umfatað av lógum um marknaðarføring, er vinnuloyndarmál. Neyðugt er oftani at geva t.d. handverkarum tekningar, ið helst ikki skulu berast víðari. Hugsi ikki sum er, at nakað forðar fyri at seta hesar tekningar beint í bløðini. Við lóg um marknaðarføring nýtist hetta ikki at vera loyvt longur. Alt innlit, ið er fingið frá einum virki, má sostætt ikki berast víðari, ella endurgerast. Líkamikið um tú ert í starvi hjá virkinum, um tú sjálvstøðugt arbeiðir fyri virkið, ella kanska av órøttum hevur fingið hetta innlit.
Við lóg um marknaðarføring fáast skipaði viðurskifti. Fyri allarflestu virkir og handlar fær hetta sum so ongan týdning, tá hesi longu fylgja vanligum fólkaskikki. Men við einari lóg um marknaðarføring kunnu vit lúka spilluna burtur soleiðis, at brúkarin verður vardur fyri teimum minni hepnu marknaðarføringartiltøkunum. Hampa handilsfólk verða tá ikki noydd at fara útum síni egnu mørk, bert fyri at fylgja við hinum. Ein lóg um marknaðarføring ger karmarnar eins fyri øll, og má tað sigast einans at vera til gagns fyri allar partar, veitara sum keypara.