Lóg um húsakeyp løgd fyri tingið

Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin fara at leggja uppskot til samtyktar um lóg um keyp av fastari ogn og lóg um meklaravirksemi fyri tingið.

Tjóðveldi sigur í viðmerkingum, at størsta íløgan hjá allar flestu familjum er sethús ella annar fastur bústaður. Keyp og søla av fastari ogn er eitt lógarøki, sum er ógvuliga leysliga skipað í Føroyum. Stórur tørvur er á lóg sum lýsir øll rættindi og allar skyldur hjá seljara og keypara við sølu og keypi av fastari ogn.

Flestu keyp og sølur av fastari ogn fara fram gjøgnum meklarafyritøkur. Men í Føroyum er heldur eingin lóg, sum greitt regulerar meklaravirksemi.

Rættarhjálp Føroya viðger árliga á leið 45-50 mál, ið snúgva seg um keyp og sølu av fastari ogn.

Flokkarnir skjóta upp, at Brúkaraumboðið verður við til at smíða lóggávuna og kemur at umsita hana.