Sjúklingar skulu hava ávirkan á, at hvørja viðgerð teir fáa og um teir skulu hava viðgerð. Tí hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, lagt fyri tingið uppskot um ríkislógartilmæli til at seta í gildi fyri Føroyar »lov om patienters retsstilling«. Hetta uppskot kemur til fyrstu viðgerðar á tingfundinum í dag.
Lógin tryggjar til dømis sjúklinginum møguleikan at sýta fyri at taka ímóti blóði og úrdráttum úr blóði. Eisini kann ein sjúklingur, sambært lógini, sýta fyri at meiningsleys viðgerð verður sett í verk, ella at hildið verður fram við slíkari viðgerð, tá hetta bert kann leingja um livitíðina, uttan at geva nakran bata annars.
Eisini gevir lógin borgarum møguleika fyri at gera eitt lívstestamenti, ið har teir sjálvir kunnu gera av, hvussu teir seinastu dagarnir skulu vera, um teir koma í eina støðu, har teir ikki sjálvir vera førir fyri at taka avgerðir hesum viðvíkjandi.
Lógin flytir eisini rættin at síggja sjúklingajournalir frá lógini um alment innlit yvir á hesa lógina. Somuleiðis verður kravið um tagnarskyldu og um rættin til at lata upplýsingar um sjúklingin til onnur flutt úr fyrisitingarlógini og skrásetingarlógini yvir í hesa lógina.