Klaksvíkingar løgdu seg á odda, men LÍF svaraði so mikið dyggiliga aftur, at leirvíkingar í vánaligum líkindum á heimavølli vunnu 6-1. Hálvleiksstøðan var 2-1.
Stóri málskjúttin hjá LÍF var Andreas Lava Olsen, sum skoraði tríggjar ferðir. Fyrrverandi KÍ spælarin, Arnhold Joensen, sum var væl upplagdur og fleiri ferðir átti næstsíðsta fótin, skoraði tvær ferðir, og liðformaðurin Sølvi Vatnhamar skoraði eina ferð.
Stefan Kalsø legði KÍ framum eftir horna. Andreas Lava Olsen javnaði við innleggi úr høgru, sum fór beinleiðis í málið, og Arnhold Joensen skoraði til 2-1 beinleiðis upp á horna.
Í 2. hálvleiki skoraði Andreas Lava Olsen til 3-1, Sølvi Vatnhamar til 4-1 og Andreas Lava Olsen til 5-1, áðrenn Arnhold Joensen í skjótálopi eftir KÍ horna staðfesti tennisúrslitið 6-1.
LÍF hevur hvørki møguleika at vinna heiðursmerkir ella at flyta niður.
Hjá KÍ er mótbrekkan tung at taka í royndini at tryggja liðnum eitt ár afturat í næstbestu deildini.










