LÍF upp um strikuna

2. deild

B68 hongur framvegis í einum klønum tráði, men hann er ógvuliga klænur. Leygardagin høvdu teir møguleikan at styrkja um vánaliga støðuna, og í 1. hálvleiki sá tað hampuligt út í Leirvík, har vindurin leikaði í og mól.
Við næsta sigrinum á rað slapp LÍF upp á áttanda plássið. Har hava teir einki ímóti at vera, tá ið átjanda umfarið verður liðugt spælt, men tað er framvegis nógv at stríðast um og fyri.
Ein minutt undan steðginum legði Aksel Højgaard B68 framum. LÍF miðverjan roknaði skeivt, bólturin stakk inn um verjuna, og veteranurin gjørdi einki mistak, tá ið hann varð einsamallur frammanfyri Allan Joensen, sum kendi seg noyddan at koma út ímóti, og so bakkaði eitt sindur aftur. Aksel lyfti bóltin í bleytum boga, og so var B68 í betra hýrinum í steðginum.
Seinna umfarið var bara tríggjar minuttir gamalt, tá ið Magnus á Dalbø javnaði til 1?1. Niels Pauli Justinussen, sum var rættuliga væl upplagdur í vinstra borði, legði flatt innfyri, og Magnus skoraði úr brotsteiginum.
Eitt korter restaði, tá ið Niels Pauli Justinussen legði LÍF framum. Úr vinstru sendi hann í handara síðunetið. Spenningurin svann, tá ið Kaj Eli Olsen, sum tá ið tjúgu minuttir vóru eftir hevði avloyst Magnus á Dalbø, í Zuma stíli, sum teir siga í Leirvík, legði seg afturav og sendi framvið Mortani Hansen.
LÍF er sloppið undan allari hóttan av beinleiðis niðurflyting. B68 hevur ein lítlan møguleika at fáa B71 aftur, men alt bendir á, at toftamenn bara fingu eitt ár í næstbestu deildini á hesum sinni.
LÍF skal í síðstu umførunum spæla ímóti B36 í Gundadali, ÍF í Leirvík og í Vági. B68 eigur Sumba og B71 á heimavølli og B36 í Gundadali.

LÍF?B68 3?1 (0?1)
0?1: Aksel Højgaard
1?1: Magnus á Dalbø
2?1: Niels Pauli Justinussen
3?1: Kaj Eli Olsen