LÍF sannførandi

Fótbóltur, 2. deild: Leirvíkingar halda á at trýsta vágamenn. Leygardagin vann LÍF 5-1 á NSÍ

2. deild LÍF-NSÍ 5-1 (2-1)


Leirvíkingar hava hesi seinastu árini fleiri ferðir verið tætt við at vunnið plássið í bestu deildini aftur, sum teir mistu í 1993, men tað heur kiksað hvørja ferð. Leygardagin vunnu teir á heimavølli sannførandi móti NSÍ, og komandi leygarkvøld verður meiri ella minni greitt, um teir komandi ár skulu spæla í bestu ella næstbestu deildini.

LÍF skal spæla á útivølli móti oddaliðnum, og um leirvíkingar fara at vinna í Sandavági, so vera teir javnir við FS Vágar í stigum, og málmunurin hjá teimum verður eitt vet betri, enn hann verður hjá vágamonnum, undan síðsta umfarinum.

Leirvíkingar eru sera áhugaðir í fótbólti, og nógvir teirra ætla sær vestur í Vágar. Teir vita væl, at um FS Vágar fer at vinna, so verða tað teir, ið flyta upp, og teir verða ivaleyst eisini drúgvastir, um tað endar við javnleiki.

Móti NSÍ gekk ein góð løta, áðrenn góða lagið kom á heimaliðið í Leirvík. NSÍ rakti eina ferð í stólpan, og á hálva tímanum fingu teir eitt mál, áðrenn heimaliðið, sum hevði ilt við at koma upp í ferð, svaraði aftur.

Eyðstein Skipanes hevði fingið sekkin á besta liðnum hjá NSÍ, og á næstbesta liðnum skoraði hann eitt framúr vakurt mál. Fjarstøðan var 25 metrar, og bólturin fór í málið dygst undir samankomingini aftanfyri Hallur Hansen í LÍF málinum.

Undan steðginum skoraði LÍF tvey mál. Fýra minuttir undan steðginum stútaði Kristian á Reynatrøð innlegg úr vinstru frá Mirek í kassan, og tríggjar minuttir seinni var Petur Sjúrðarberg fyrstur á returinum, eftir at unglingamálverjin hjá NSÍ, Pól Egholm, í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað roynd eftir hornasparksinnlegg.

Seinna umfarið var stórur munur á. NSÍ verjan viknaði longu í 1. hálvleiki, tá Dann Knudsen noyddist út, tí hann var skaddur, og í seinna umfarinum noyddist málverjin at taka seg úr stríðnum, tí hann var skaddur, og so mátti Dagfinn Olsen í málið at standa.

LÍF svam í møguleikum í seinna umfarinum. Kristian á Reynatrøð stýrdi bóltinum í málið til 3-1, eftir at innskifti beiggi hansara, Signar á Reynatrøð, hevði lagt innfyri úr vinstru, Kaj Eli Olsen økti til 4-1 beinleiðis uppá fríspark, og Mirek setti punktum, tá hann stútaði frísparksinnlegg frá Poul Suna Dam í kassan.