LÍF og HB spæla í kvøld

Leygardagin skuldi LÍF og Hb spæla í 1. deild, men dysturin var av ongum, tí kavi var á vøllinum í Leirvík. FSF boðar nú frá, at hesin dysturin verður spældur longu í kvøld kl. 18.00. Bæði HB og LÌF vunnu sínar dystir í fyrsta umfariæ. HB vann stórt á heimavølli ímóti Sumba/VB, og LÍF vann góðan sigur á Tvøroyri. Liðið, sum vinnur dystin í kvøld, kann blanda seg millum fremstu liðini í deildini.