LÍF
Teir hava ikki verið í fremstu røð, síðani teir í 1988 fluttu úr bestu deildini. Men nú tykjast leirvíkingar veruliga at ætla sær uppaftur.
Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Hans Fróði Hansen komandi ár skal verða spælandi venjari, og hóast einki verður váttað, so ljóðar eisini, at fleiri nýggir spælarar eru ávegis til felagið.
- Tað er so eingin ivi um, at vit ætla okkum at vera við í feltinum heilt frammi í oddinum, staðfestir formaðurin í felagnum, Jógvan Júst Olsen.
Hann vil ikki seta nøvn á nakra tilgongd - umframt venjaran sjálvandi - men hann staðfestur tó, at arbeitt verður við hesum.
Rutinerað nøvn
Og sum skilst, so eru tað fleiri heilt royndir spælarar, sum skulu vera ávegis til felagið.
Her á síðunum hava vit áður nevnt, at Gert Langgaard nú aftur ætlar sær at taka eitt tak fyri barndómsfelagið. Hartil ljóðar eisini, at Bárður á Lakjuni úr ÍF, Jákup Eli Olsen úr B68 og Allan Joensen úr ÍF allir eru heilt nær eini undirskrift frá felagnum.
Megna leirvíkingar at slúsa hesar inn afturat unga hópinum, sum Hans Fróði Hansen hevur at arbeiða við, so er lítil ivi um, at talan verður um eitt av sterkastu liðunum í deildini.
Men talan verður so eisini um harða kapping um tey bæði fremstu plássini. B71, FS Vágar og AB tykjast øll vera sera væl fyri í ár, og saman við LÍF verða hesi liðini helst tey, sum av álvara fara at stríðast um oddasessirnar og harvið atgongurmerkini til lovaða landið, sum eitur Formula-deildin.