LÍF legði HB afturum

2. deild: Nýggja venjaraparið í Leirvík fekk sín fyrsta sigur til høldar móti HB, sum nú liggur til at flyta niður

 

LÍF-HB 2-1 (0-0)


Fyri fyrstu ferð í sjey dystum kundi LÍF fegnast um trý stig eftir loknan dyst. Ikki síðan leirvíkingar vunnu á KÍ 10. juni, er tað eydnast teimum at fáa trý stig.

Stigini móti HB vóru eisini sera kærkomin tí niðurflytingin andaði teir í nakkan. Við hesum sigrinum hava teir lagt HB afturum seg, og nú eru leiklutirnir býttir um. HB er nú á næstniðasta plássi og LÍF eitt omanfyri. Hetta var eisini fyrsti sigurin hjá venjarunum Jógvan Júst Olsen og Bergi Vatnhamar, sum sóu lið sítt vinna 2-1.

LÍF var betra liðið allan dystin og vísti nógv meira vilja at vinna enn havnarmenninir, sum hinvegin ikki komu fram til teir stóru møguleikarnar. LÍF hevði eisini rættuliga nógvar møguleikar gjøgnum dystin, men einki bar til, tí teir vóru sum gandaðir frammanfyri málinum.

Kanska var tað tí at HB hevði garvaða Kaj Leo Johannesen í málinum, og øll vita, at dugur var í honum, tá hann spældi á 1. liði hjá HB. Kaj Leo hevði fleiri framúr góðar bjargingar, og fleiri ferðir komu LÍF-arar púra leysir, men hann stóð sum ein múrur. Eisini vóru royndir á træverkið, sum tó fóru útaftur í spælið.

Tá bara fimm minuttir vóru eftir, bragdaði endiliga hjá heimaliðnum. Eitt av teimum mongu skotunum á HB málið varð bjargað av Kaj Leo, men Jonhard Høgnesen var fyrstur á bóltinum, tá hann datt útaftur, og hann kundi róliga leggja LÍF framum. Lítið av tíð var eftir, og kanska gjørdust leirvíkingar eitt sindur bleytir í knøunum, tí minuttin eftir fyrsta málið javnar HB.

Florin Mihaescu spældi ikki í seinasta dystinum hjá HB í 1. deild, so hann kundi vera við í Leirvík. Hann dróg framvið fleiri spælarum, og eftir at hava spælt banda við Gunnar Mohr stóð hann leysur við málverjanum og skoraði. Hetta var ein av teimum heilt fáu møguleikunum hjá HB í dystinum. 1-1, og tað sá út til, at LÍF hevði tveitt sigurin burtur.

Heimaliðið hevði tó eitt sindur av orku eftir til at skora avgerandi málið. Pólverjin Mirek Gil dróg inn í brotsteigin í vinstra borðið og legði innfyri. Har kom Signar á Reynatrøð stórleypandi og setti høvdið á bóltin, sum streyk framvið tí annars vælleikandi Kaj Leo í HB málinum.

LÍF skal enn ansa sær, tí vandin er ikki av enn. Teir hava tó góðar vónir, tí til dystin móti HB vóru fleiri menn tøkir aftur. Onkur er sloppin av við skaða, meðan aðrir eru nýggir menn á liðnum. HB hinvegin er í kreppu, tí teir nærkast enn meira botninum.


LÍF-HB 2-1 (0-0)

1-0: Jonhard Høgnesen

1-1: Florin Mihaéscu

2-1: Signar á Reynatrøð