LÍF hølvað av á Sandi

Við sigri á heimavølli móti SÍ í ógvuliga svingandi uppgerð yvirtók AB uppflytingarplássið, sum LÍF í summarfrítíðini hevur sitið á

1. DEILD
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo

B71-LÍF
Tað er nógv, sum bendir á, at tað ikki fer at verða leygardags fótbóltur inni í Dal á Sandi næsta ár. B71 var undan summarfrítíðini millum fremstu evnini til uppflyting. Sandoyingar høvdu á fremsta plássinum sama stigatal sum LÍF. Tí var tað serliga spennandi, tá ið tey bæði oddaliðini sunnudagin hittust á Sandi.
Men talan gjørdist ongantíð um intensa oddauppgerð. Munurin á liðunum var alt ov stórur. B71 vann 6-1, og tað var ikki fyrrenn støðan var 6-0 og í síðstu sekundunum, at LÍF minkaði um munin við brotssparki, ið Allan Joensen, sum hesa ferð var í miðverjuni, setti í málið.
Eli Hentze setti hol á fyri B71 við brotssparki, eftir at Clayton Soares varð feldur. Jónsvein Thomsen er komin rættuliga fyri seg aftur, eftir at hann er komin aftur av skipi. Hann skoraði undan steðginum eftir uppspæl frá Clayton Soares, og tá ið hann tíðliga í 2. hálvleiki stútaði til 3-0 eftir innlegg frá Magnusi Olsen var alt avgjørt. Innskifti Rasmus Nielsen økti til 4-0 eftir uppspæl frá Eli Hentze og Clayton Soares, og Soares økti til 5-0, eftir at hann hevði sneitt seg einsamallan við Rógva Ryggshamar, sum royndi at verja LÍF málið, men ikki fekk so nógva hjálp frá sera tomu viðspælarunum. Clayton átti fyrru royndina, tá ið Magnus Olsen eftir hálvbjarging frá Rógva Ryggshamar skoraði til 6-0.
Leirvíkingar vóru stórt vónbrot. Eina løtu í 2. hálvleiki høvdu teir bóltin ikki so lítið, men tað var als eingin broddur í. Leygardagin skulu teir spæla á Sevmýri, og um hugburðurin ikki verður øðrvísi móti TB, enn hann var hesa ferð, so kunnu teir í Leirvík ikki rokna við at fáa nakað við sær aftur um Suðuroyarfjørð.

AB-SÍ
AB hevði vitjan av SÍ, og argjamenn vunnu 6-3. Tað var eitt fitt lot á Argjum, og tað var ógvuliga hendingarríkt. Bæði liðini høvdu nógvar málmøguleikar. Munurin var tann, at AB  og serliga Tummas Hans Rubeksen og Allan Mørkøre  dugdu at fáa úrtøku burrturúr, meðan sørvingar misnýttu nógvar møguleikar.
Allan Mørkøre átti uppleggið til fyrsta málið, sum Tummas Hans skoraði, tá ið hann kom einsamallur móti málverjanum. Eftir at Marcello Marcelino við einmansavriki hevði javnað til 1-1, gekk ein løta, áðrenn Allan Mørkøre spældi Tony Rasmussen leysan, og so var 2-1.
Tummas Hans Rubeksen skoraði til 3-1 eftir upplegg frá Tony Rasmussen, og so svaraði SÍ tvær ferðir aftur  Jón Nielsen og Jens Erik Rasmussen upp á brotsspark.
So misnýttu sørvingar fleiri ferðir, áðrenn Allan Mørkøre syrgdi fyri heimasigrinum. Fyrst umsetti hann úr ellivu metrum, og so skoraði hann eftir fríspæling frá Jákupi Martin Joensen. Tummas Hans Rubeksen setti punktum við sínum triðja máli.

Hinir dystirnir
Um TB eftir hetta umfarið fer at verða betri fyri fæst at vita í kvøld, tá ið teir á heimavølli fara at spæla móti VB/Sumba. TB heitti á VB/Sumba um at útseta dystin.
Tað er greitt, at FSVágar04 ikki verður partur av kappingini um fremstu plássini. Sunnudagin var FSV04 í Klaksvík, har teir taptu 1-0. Einsamalla málið skoraði KÍ beinanvegin. Jóannes Larsen stýrdi við høvdinum bóltin í málið, eftir veldugt málverjukiks og innlegg frá Kristoffuri Jacobsen.
Leygardagin vórðu ongar útskiftingar gjørdar á Formulaliðnum hjá KÍ. Tí var KÍ manningin góð  eitt nú Kristoffur Jacobsen, Høgni Madsen og Arnhold Joensen  men spælið var einki at reypa av. FSV04 átti mest sum alt spælið, og serliga fram móti dystarenda trýstu teir KÍ. Bólturin var bæði á tvørtrænum og á stólpanum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Hera Thorsteinsson, sum var stinnur í málinum.
HB fekk ikki fulla úrtøku, tá ið teir sunnudagin høvdu vitjan av Royn, sum við 2-2 javnleikinum tvífaldaði um samlaðu úrtøkuna. Uni Arge lobbaði eftir framlegging til 1-0, og Hanus Toftheyggj javnaði til 1-1 við rimmar langskoti. Tíðliga í 2. hálvleiki fingu liðini hvør sítt mál. Allan Mikkelsen legði Royn framum eftir trunkaspæl, og John Eystberg javnaði við skoti uttanvert brotsteigin.
Fríggjakvøldið var Royn í Vági, har teir spældu útsettu uppgerðina frá 14. umfari. VB/Sumba vann 4-2 eftir tætta uppgerð. Hvalbingar hildu seg hava uppiborið í hvussu so er eitt stig, men teir høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu.