Leirvíkingar fóru seinnapartin úr Sørvági við øllum trimum stigunum. LÍF vann 3-2, eftir at heimaliðið hevði verið á odda 2-1 í hálvleikinum.
Hakur Thorsteinsson legði SÍ framum í 7. minutti. Eftir stóran hálvan tíma javnaði Andreas Lava Olsen, og sjey minuttir undan steðginum var tað Hegga Samuelsen, venjarin hjá SÍ,sum skoraði.
Í 2. hálvleiki javnaði Bárður á Lakjuni til 2-2, og Sølvi Vatnhamar skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm minuttir.
Í síðstu løtu hevði SÍ risa møguleika at javna, men úr góðari støðu í málteiginum sendu teir upp um málið.