LÍF basti B36

LÍF ? B36 3-1 (2-0)

Leirvíkingar vóru frá byrjan av grammari og høvdu viljan at vinna. Teir fóru eisini sum sigursharrar avaftur vøllinum, eftir at havnarmenn høvdu hjálpt teimum á veg

 

2. deild


LÍF setti eitt gott punktum við kappingarárið, sum ikki hevur hilnast sum ætlað. LÍF vann sannførandi 3-1 móti B36, eftir at heimaliðið hevði verið á odda 2-0 í steðginum.

B36 hevði annars frammanundan hesum umfarinum møguleika enntá at vinna deildina, um øll hini liðini mistu stig í sínum dystum. Tað skuldi tó ikki ganga havnarliðnum eftir vild leygardagin.


B36 setti hol á

At byrja við gekk javnt á. Hvørki av liðunum megnaði tó at skapa nakran stóran málmøguleika fyrstu løtuna av dystinum.

Men so tóktist tað sum LÍF setti ferðina upp og setti nøkur vandamikil álop í gongd. Tvey av teimum góvu mál.

Fyrst var tað ein verjuleikari, sum gjørdi heimaliðnum ein stóran beina við seta bóltin í egið mál. Bólturin verður sendur innfyri málið, har Fróði Joensen setir høvdið á bóltin. Málverjin bjargar í fyrstu syftu, men bólturin støkkur í ein verjuleikara og í netið.

Næsta málið skeyt Árni Jacobsen. Hann hevði sníkt seg heilt fram í brotsteigin, har hann gjørdist leysur og trillaði framvið málverjanum. 2-0 til LÍF, og tað var ein uppiborin leiðsla við steðgin.


Vánaligur dystur

Sum heild var dysturin sera illa spældur, og nógv mistøk vórðu gjørd av báðum pørtum. Kanska vóru fleiri av leikarunum longu farnir at gleða seg til vetrarsteðgin.

Í seinna hálvleiki hevði LÍF framvegis yvirvág, men B36 megnaði tó eisini at bíta frá sær. Brynleif Hansen minkaði um munin miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Tað var eftir hornaspark, har Mortan Johannesen var hægstur, og hann høvdaði niður til Brynleif, sum úr stuttari fjarstøðu langaði bóltin inn. B36 hevði nú eina vón um at vinna í minsta lagi eitt stig burturúr hesum dystinum, men so skuldi ikki vera.

B36 hevði onkrar møguleikar at javna, men málverjin vardi hvørja ferð. Teir grønu vóru tó ikki fyri ongum í hinum endanum, og fleiri vandamiklir bóltar vórðu sendir inn í brotsteigin.

LÍF sló sigurin fastan stutt fyri leiklok. Fróði Joensen var hægstur eftir eitt hornaspark, og hann skallaði síðsta málið hjá LÍF í hesum kappingarárinum.

LÍF fekk ein góðan enda á kappingarárinum, har teir leingi vóru í vandastøðu, men eftir venjaraskiftið mitt í kappingini, hevur tað hilnast frægari á vøllinum.

B36 endað á sama stað sum í fjør, á fjórða plássi. Men eitt fjórða pláss er ikki at forakta hjá havnarmonnum, sum tó leingi høvdu heiðursmerki í eygsjón.


LÍF ? B36 3-1 (2-0)

1-0: Sjálvmál

2-0: Árni Jacobsen

2-1: Brynleif Hansen

3-1: Fróði Joensen