Øl er gott eftir dyst

Hjá fleiri av sonevndu hugnaliðunum er ofta vanligt at fáa sær eina øl eftir dyst.

Men nú siga granskarar, at hetta eisini er nakað, sum elituítróttafólk skuldu gjørt, um alternativið er vatn.

Spanski professarin, Manuel Garzon, er komin eftir, at kolsúrni í ølinum ger, at tostin verður betri sløktur, eins og kolhydratarnar í ølinum hjálpa við til at nøkta tørvin á nýggjum kalorium.

Royndir eru gjørdar við kontrol-bólkum, sum fingu vatn ístaðin fyri øl eftir dyst, og tað vísti seg, at tey, sum drukku øl, skjótari endurvunnu vætujavnvágina í kroppinum.