Øl er gott

Summi hava eitt arbeiði, sum man ikki kann annað enn øvunda teimum eitt sindur. Ein av hesum er Leif Typkær, bryggimeistari, hvørs dagliga starv er at læra frá sær um hvussu man nýtur eina øl ella tvær. Herfyri var hann í Vertshúsinum og boðaði sín boðskap. Sosialurin var við fyri at læra

Ein øl er ikki bara ein øl. Tað hevði danski bryggimeistarin Leif Typkær sett sær fyri at trútta niður í okkum hálvtrýss sálir, sum herfyri høvdu sett eitt fríggjakvøld av til at læra eitt sindur um øl, og nú sótu í kjallaranum í Vertshúsinum í Havn.
Leif Typkær stendur á odda fyri einum bryggimeistaraliðið, sum donsku bryggjaríini í felag settu á stovn fyri nøkrum árum síðan. Hetta bryggimeistaraliðið hevur sum einastu uppgávu læra danir meira um øl ? og harvið fáa danir at drekka meira øl.
Tí ølsølan í Danmark minkar støðugt, og tað hevur hon gjørt í skjótt tíggju ár. Danir eru farnir at venda sínum tjóðardrykki bakið til frama fyri vatn og vín, og tað halda bryggjaríini av ymsum orsøkum vera spell. Bryggimeistaraliðið hevur tí fingið sum uppgávu at fáa ølið aftur á donsku spísiborðini og stuðla uppundir góða ølmentan.
- Góð ølmentan er at drekka nógv, men ikki ov nógv, øl, letur bryggimeistarin teir hálvtrýss føroysku ølsmakkararnar vita, áðrenn hann fer í gongd. Eftir áheitan frá Restorffs Bryggjaríi er hann komin til Føroya at ?slå et slag for god ølkultur?, sum hann sjálvur málber seg.
 
Føroysk ølmentan
Tá vit aftaná ølfyrilesturin sita og práta við útsenda ølprædikantin ? yvir eina góða øl sjálvandi ? spyrja vit hvussu tað so stendur til við ølmentanini í Føroyum.
- Hon sær út til at betrast í hvørjum, sigur bryggimeistarin. Hann var her í landinum fyri fimm árum síðan og møtti tá einum høvuðsstaði, ið hevði ógvuliga fáar barrir og cafeir at bjóða tí øltysta.
- Nú eru ølstøðini sprottin upp nógvastaðni í býnum, og tað ber boð um góða ølmentan í hvussu er her í Havn, heldur Leif Typkær, sum sigur seg ikki hava innlit í ølmentanina uttanfyri Havnina.
Bryggimeistarin hevur eisini heft seg við, at bæði bryggjaríini í landinum hava tikið sær um reiggj og hava roynt seg við fleiri nýggjum sløgum av øli.
- Tað eru komnar fleiri nýggjar og spennandi føroyskar øl, síðan eg var her seinast, og tað er at fegnast um. Tí ymiskt øl passar væl til ymiskan mat. Pilsnarølin, har føroyingar leingi hava havt Veðrin hjá Føroya Bjór og nú eisini hava Pilsnaran hjá Restorffs, er góður til ein nátturða og sløkkir annars tostan væl. Tað myrkara ølið, eitt nú Vargurin hjá Restorffs og Classic ella Black Sheep frá Føroya Bjór, er hinvegin betri til kjøtrættir, meðan ljóst gulløl egnar seg sera væl til feitan fisk. Tí er tað umráðandi fyri eina góða ølmentan at hava fleiri sløg av øli, sigur bryggimeistarin, sum undir fyrilestri sínum gjørdi nógv burturúr at lýsa munin millum tey ymisku ølsløgini, bæði í framleiðslu og smakki.
 
Sprittbeltið
Men meðan bryggimeistarin hevur rætt í at vit hava fingið fleiri sløg av føroyskum øli, so kunnu tey útlendsku ølsløgini, ið fáast til keyps í Føroyum, enn sum áður teljast á einari hond. Og hóast tær bestu føroysku ølirnar eru góðar, eisini sammett við útlendskt øl, so stendur ikki serliga væl til við ølúrvalinum her í landinum.
Tað kann Rúsdrekkasøla Landsins helst lættliga taka alla æru fyri.
Ein skjót gjøgnumgongd av úrvalinum har avdúkar, at tað eru væl fleiri útlendsk vodkasløg enn útlendsk ølsløg á hillunum í landsins annars rættiliga dygdargóðu Rúsdrekkasølum. Og tað er kanska ikki so løgið sum tað ljóðar.
Í fyrilestri sínum segði Leif Typkær frá síni hugsan um, hvussu ymiska rávørutilfeingið í Europa hevur sett sín týðuliga dám á drykkjumentanina í einstøku londunum.
- Í Suðureuropa eru góðar umstøður at dyrka drúvur, og har drekka tey tískil mest vín. Tí kunnu vit kalla hetta fyri vínbeltið. Longur norðuri vaksa fáar drúvur men nógv bygg, og her verður tí mest drukkið av øli. Vit kunnu kalla tað fyri ølbeltið. Longur norðuri veksa ongar rávørur, so har verður man noyddur at destillera og drekka brennivín, og tí kunnu vit kalla hendan partin fyri sprittbeltið, helt bryggimeistarin skemtandi fyri undir fyrilestrinum.
Hetta kvøldið stóð hann mitt í sprittbeltinum og royndi at læra frá sær um øl og ølmentan. 
 
Ein greiður vinnari
Hóast tað var Restorffs Bryggjarí, sum hevði tikið stig til at fáa danska bryggimeistaran til Føroya, og karmurin um hetta forkunnuga tiltak var Vertshúsið hjá sama reiðaríi, vóru ongar føroyskar øl smakkiroyndar.
Við sær til Føroya hevði danski bryggimeistarin nevniliga sjálvur tikið nøkur og fjøruti ymisk sløg av donskum øli til smakkingar. Ætlanin var, at bryggimeistarin skuldi hava yvir trýss sløg av øli við, men føroyska rúsdrekkalógin loyvdi ikki innflutningi av teimum sterkastu ølunum. Tað gjørdi kanska ikki so nógv, tí ein lóg er nú einaferð ein lóg, og fjøruti øl eru ivaleyst til eitt fríggjakvøld.
Men hvør var so tann besta ølin av hesum fjøruti donsku ølunum úr veikara endanum? Undirritaðu vóru ikki í iva, Rød Classic hjá Albani bryggjarínum í Odense var munandi betri enn hinar. Hon er heilt nýggj á marknaðinum, var fyrstu ferð at síggja á hillunum í Danmark 5. september í ár og verður neyvan nakrantíð at síggja á hillunum í Føroyum.