L´Equipe: Ísland hevur vakrasta landsliðsbúnan

Kenda franska blaðið "L´Equipe" ger nógv burturúr landsliðsbúnunum hjá EM-luttakarunum, og har hava teir Ísland, sum vinnara

 

Kenda franska ítróttarblaðið "L´Equipe" ger nógv burturúr EM-endaspælinum í Fraklandi. Ígjár hevði L´Equipe eitt eykablað teir nevndu "Sport and Style", sum m.a. viðgjørdi hvat EM-lið hevur vakrasta landsliðsbúnan.

 

"Sport and Style"- eykablaðið hjá L´Equipe hevur valt íslendska landsliðsbúnan at verða tann vakrasta búnan í EM-endaspælinum í Fraklandi. 

 

- Ísland tekur lut í EM á fyrsta sinni, og umframt tað, so eru teir á fyrsta plássi hjá okkum fyri at hava tann vakrasta landsliðsbúnan í EM-endaspælinum. Í búninum finnur tú havsins bláa lit, hvítt fyri jøklararnar, og tann reyða litin fyri eldgosið, skrivar eykablaðið hjá L´Equipe.

 

Sambært serliga eykablaðnum hjá L´Equipe hevur (ella hevði) Ongland tann næstvakrasta búnan. Wales hevur triðvakrasta búnan, Kroatia hevur fjórðvakrasta búnan, meðan vertstjóðin Frakland hevur tann fimtvakrasta búnan. 

Sunnukvøldið klokkan 20 møtast Frakland og Ísland á Stade de France leikvøllinum í EM-fjórðingsfinaluni. Í søguni hava liðini møtst 11 ferðir. Frakland hevur vunnið átta ferðir, og tríggjar ferðir hava íslendingar megnað javnleik ímóti fraklendingum.