Ein deyður maður í Svøríki varð ikki funnin, fyrr enn telefyritøka kom at leggja honum breiðband í íbúðina.
EIn 82 ára gamal maður lá deyður í íbúð síni í - rokna tey við - trý ár, áðrenn líkið varð funni.
Maðurin búði í einum forstaði til Stockholm í einum íbúðarhúsum, har eingin eftir øllum at døma saknaði hann.
Ikki fyrr enn mikudagin, tá breiðband skuldi leggjast inn í íbúðina, varð maðurin funnin. Maðurin, sum skuldi leggja inn breiðbandið, hevði boðað frá frammanundan, at hann skuldi koma hendan dagin, men tá hann ikki frætti aftur frá manninum, tók hann í hurðina. Hon var opin. Og tá hann fór inn, lá eitt fjall av gomlum bløðum, posti og reklamum fyri dyrnar. Inni í íbúðini lá maðurin deyður.
Tað vísti seg, tá tey fóru at hyggja í køliskapið, at maturin var frá fyrst í 2008.
- Hetta er eitt tragiskt mál, sigur Åsa Johannesson, vakhavandi hjá politinum í Flemingsberg við Aftonbladet.
Maðurin fekk sína pensjón, sum fór inn á kontoina hvønn mánað. Útreiðslurnar hjá honum vórðu fluttar av kontoini av sær sjálvum, og við einum soni, sum hann ikki hevði samband við, fekk tann 82 ára gamli ein óvanliga einsamallan deyða.