Hvør flokkur sær venur ein leik at framføra. Teir yngru flokkarnir frá 5. til 8. spæla sum oftast leikir, ið beinleiðis hava okkurt við jólahátíðina at gera. Tey eldru børnini høvdu í ár leitað aftur í føroysku bókmentirnar at finna sær tilfar at vísa fram.
Næmingarnir í 9. flokki spældu »Ein skúladagur í K«. Stuttliga søgan, eftir Mads Andrias Winther, var eisini skemitiliga framførd.
Teir báðir jassarnir Jógvan og Petur Kristian gera læraranum Hanusi ónáðir, og tað er altíð stuttligt.
10. floks næmingar framførdu eina av søgunum hjá Mouritsi Mohr um Læars og Anni Lenu. Dóttirin og danski svigarsonurin, Jens Per, koma at vitja í Føroyum. Tann trivaliga og kommanderandi Anni Lena og neyðarsligi Læars, ið formár sær lítið og onki, fingu rættiliga tey stuttligu tárini at renna niður eftir jólakjálkunum í høllini á Meginskúlanum.
1998 hevur sagt farvæl, og næmingarnir á Sandoyar Megiskúla nýttu høvi bæði hugnaliga og skemtiliga at heilsa árinum eini Gleðilig Jól!!