Lýðar fylgir í fótasporum pápa síns (Rás2)

(Rás2) Hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Lýðar Christiansen umborð á Grindafossi á Bátastevnuni í Vestmanna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinasta prátið frá Bátaradio-sendingini hjá Rás2, ið verður lagt út á in.fo.

 

Í hesari samrøðuni prátaði Vilmund D. Jacobsen, reportari hjá Rás2 við skálvíkingin, Lýðar Christiansen umborð á stóra bátinum, Grindafossur.

 

Lýðar er sonur skiparan Linjohn Christiansen, ið hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu í eitt mannaminni.

 

Hini systkini hjá Lýðuri hava valt sjógvin frá, men Lýðar hevur valt at ganga í fótasporum pápa síns. Hann ætlar tó ikki uppí kommunalpolitikk tá pápin einaferð gevst sum kommunalpolitikari.