Lá 12 tímar undir húsatoftunum

Jarðskjálvtin, sum var har norðuri í Italia í gjár, hevur kravt 16 mannalív, og eitt fólk er ikki komið afturíaftur. Umleið 350 hava fingið skaða.

Í gjárkvøldið kunngjørdu myndugleikarnir, at bjargingarmenn høvdu bjargað einari 65 ára gamlari kvinnu, sum hevði ligið 12 tímar undir húsatoftunum.

Húsini hjá kvinnuni fingu skaða í jarðskjálvtanum, sum var tann 20. mai, og hon tordi ikki at vera í teimum longur. Men í gjár var hon farin inn í húsini eftir ymsum, og meðan hon var har, kom tann næsti jarðskjálvtin, sum fekk húsini at rapa.

Italsku myndugleikarnir siga, at jarðskjálvtin tann 20. mai og tann í gjár hava gjørt 14.000 fólk heimleys, og nógvir søguligir bygningar eru oyðilagdir.