Í dag eru næstan 30 fiskiskip og fleiri hundrað sjómenn í Havn og mótmæla ætlaðu nýskipanini av fiskivinnuni, sum verður viðgjørd í løgtinginum í dag.
Rithøvundin Carl Johan Jensen heldur lítið um hetta mótmælistiltakið, sum tvey fakfeløg skipa fyri. Rithøvundin skrivar á Facebook, at tá ið útróðrarmenn í 1975 mótmæltu undir útróðramannaverkfallinum var talan um veruligt mótmæti, men í dag er mótmæli nakað heilt annað:
- Nú eitur tað, at menn mótmæla, tá ið teir koma saman at kyssa reiðaraaðalin í reyvina og hvörki hava rygg ella vilja til annað, skrivar Carl Johan Jensen á Facebook-vanga sínum.
Dagføringin hjá Carl Johan Jensen ljóðar soleiðis í fullum líki:
"Hetta minnir ikki sört um Orwell gamla í morgun og fyribrigdið ný-spikk (new-speak) í skaldsöguni 1984…nýspikk kallar Orwell tað, at valdið snarar allari umröðu soleiðis, at orð og hugtök fara at merkja annað enn tey ljóða til at merkja…og ofta beint tað övuta…
Jóanes Nielsen segði tann tíð tað var um útróðramannaverkfallið í 1975, at við tí hövdu föroyskir útróðrarmenn uppfunnið tað politiska dynamittið… og tað kundi Jóanes saktans, tí tá merkti orðið mótmæli av sonnum mótmæli…men nú góð fjöruti ár seinni er öðrvísi vorðið…nú eitur tað, at menn mótmæla, tá ið teir koma saman at kyssa reiðaraaðalin í reyvina og hvörki hava rygg ella vilja til annað…"
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, vísti í røðu í morgun aftur, at fiskimenn eru í lummanum á reiðarunum.










