KYRJASTEINUR
Í Fuglafirði – beint út fyri søguliga staðum Karvatoftir og tætt yvir av Mentanarhúsinum - stendur skonnartin Kyrjasteinur uppi á landi. Her hevur skipið staðið seinastu árini, samstundis sum sjálvsognarstovnurin Karvatoftir eigur skipið og hevur til endamáls at gera skonnartina nýtiliga í mentanarsøguligum kunningarstarvi.
Kyrjasteinur er hin seinasta av mongum skonnartum, sum eftir er í Føroyum. Sjálvt Føroya Fornminnissavn metir, at skipið hevur stórt søguligt virði og metir, at skonnartin sum fornlutur umboðar eitt serstakt skipaslag, sum var vanligt í Føroyum í slupptíðini.
Skipið, sum er vorðið ein partur av býarmyndini í Fuglafirði, hevur eisini sína søgu.
Tað var longu í 1936, at keypmaðurin og reiðarin, Jacob Haraldsen í Fuglafirði, gjørdi sáttmála um fiskiskipið á skipasmiðju í Korsør í Danmark.
Kyrjasteinur, sum er 148 brt stórur, er bygdur úr eik.
Í februar í 1937 kom skipið á Fuglafjørð. Um hetta mundið taldi fiskiflotin í Fuglafirði eini 15 skip, harav tríggjar skonnartir. Í dag – stívliga sjeyti ár seinni – er einki av hesum skipum til longur uttan Kyrjasteinur.
Úr søguni um skipið, kann sigast, at Kyrjasteinur hevur skift eigarar, síðan Haraldsensmenn í 1961 seldu skonnartina av bygdini.
Nøkur ár hevði hon eisini heimstað í Havn.
Stovnaðu grunn
Í 1992 skuldu táverandi eigarar í Porkeri lata Kyrjastein søkkja, eftir at teir høvdu fingið upphøggingarstuðul fyri skipið.
Men fyri at bjarga hesum seinasta minninum frá gomlu slupp-og skonnarttíðini í Fuglafirði, fekk Óla Hendrik av Fløtum, sum er fuglfirðingur, búsitandi í Havn, saman við øðrum fuglfirðingum, búsitandi uttanfyri heimbygdina, stovnað sjálvsognarstovnin Karvatoftir, sum keypti Kyrjastein, har hann lá við bryggju í Vági.
Endamálið hjá sjálvsognarstovninum, sum er stovnaður í 1993, er at fáa Kyrjastein at síggja út, soleiðis sum hann upprunaliga sá út og at hava skipið standandi á landi í Fuglafirði.
Skipið skal ætlandi gerast til eitt sjósavn og seinni handast sum gáva til heimbygdina og soleiðis Fuglafjarðar kommunu.
2-3 miljónir krónur
Karvatoftir hava fíggjað allar tær útreiðslur, sum higartil hava staðist av at fáa skipið upp á pláss á Fuglafirði, keyp av tilfari og smiðjuútreiðslur.
So gott sum alt arbeiði undir dekkinum er gjørt sjálvboðið og ólønt av nevndarlimunum í Karvatoftum og øðrum, sum hava víst verkætlanini áhuga. Nakað av arbeiði omandeks er longu gjørt, og arbeiði at seta skipið ístand er soleiðis í gongd við útbúnum skipasmiði á odda.
Hvat endaligi kostnaðurin av at geva Kyrjasteini upprunaligu útsjóndina aftur við eitt nú skonnarta-rigningi og annars ístandsetan, bæði omandeks og undir dekkinum, kann ikki sigast við vissu, men kønir meta, at einar 2-3 miljónir krónur er neyvan langt av leið.