Kypros loypti kvøkk á

Føroyska liðið hevði ilt við at fáa spælið upp í rætta gear leygardagin, og góða løtu var veruligur vandi fyri, at finalusessurin varð søplaður burtur


Vogosco, Bosnia: Talan kundi verið um dýran lærupening hjá føroysku kvinnunum leygardagin. Størsti vandin tóktist undan uppgerðini vera, um okkara ikki vóru nóg væl tendraðar eftir bólkaspælið, sum tær vunnu í fullkomuliga tryggum stíli.
                      Og júst hetta tóktist eisini henda. Føroyar høvdu frá fyrsta bríksli sera trupult tið at fáa glið á sítt spæl, sum fyri tað nógva tóktist rættiliga illa skipað.Møguleikarnir, sum íkomu, vórðu fyri tað nógva eisini brendir, og spakuliga byrjaði Cypros at leggja sjógv ímillum liðini. Ein støða, sum enntá kundi verið nógv verri, um Katrin við trimum høggum á rað helt føroyingunum inni í dystinum.
                      Eitt time-out frá føroyska beinkinum um hálvan hálvleikin tóktist tó at fáa betri skil á. Frá 5-8 broyttist støðan til 13-11, men enn vóru trupulleikar at síggja. Ikki minst, tí okkara ikki nýttu møguleikarnar, sum veruliga kundu avgjørt dystin.
 
Mundu slept
Tí kom Cypros eisini upp á javnleik undan steðginum, men her steðgaði tað sum so eisini. Verjan hekk spakuliga betri saman, og so kundi Tomma Petersen av álvara spæla seg upp í málinum. Tað mundi heldur ikki gera støðuna verri í so máta, at Fríða sat klár á beinkinum, og at hon tvær ferðir kom á vøllin at taka sær av brotskøstum frá sterku Ellina, sum tók sær av øllum hesum.
                      Við 26-9 á talvuni, tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, tóktist alt vera avgjørt, men tað tók tó sína tíð, áðrenn føroyski bonkurin av álvara kundi anda lættari. Tvær ferðir á rað vórðu púra leysir kontra-møguleikar misnýttir, og við fýra kypriotiskum málum á rað, kom spenningur aftur í. Annika Ljósstein, Simona og Ása beindu tó seinastu nervarnar av vegnum, og so mundi fagnaðurin ongan enda tikið. Finalusessurin var vissaður, og tað ber við sær, at føroyska liðið sum minstamark røkkur sama úrsliti, sum tær gjørdu í Italia fyri tveimum árum síðani.
                      Og hóast avrikið hesa ferð als ikki var eins sannførandi, sum roknast kundi við, so tóktist mentala balansan á liðnum at vera tann rætta. Og tí kom ongantíð panikkur í føroyska spælið, soleiðis sum vandi annars kundi verið fyri.
 

 
Fakta um dystin
Føroyar-Cypros 31-25 (14-14)
Málskjúttar
Føroyar: Simona Hansen 8(5), Una Olsen 6, Annika Ljósstein 5, Anna Maria Sørensen 4, Katrin Dam á Neystabø 3, Ása Dam á Neystabø 3, Joan Midjord Djordjevic 1, Heidi Maria Akselsen 1
Cypros: Ellina 14(5), Sizinov 4, Ioannidou 3, Digeni 2, Constantinou 1, Ellina 1
Brotskøst: Føroyar 5/5, Cypros 5/8
Útvísingar: Føroyar 5, Cypros 1
Dómarar úr Georgia