Kyoto stór avbjóðing fyri Grønland

Grønland hevur bundið seg til at skerja útlátið av CO2 átta prosent, men tað verður trupult

Tað verður ein ovurstór av­bjóðing fyri tað grøn­lendska samfelagið, um land­ið skal halda lyftið um at skarva átta prosent av CO2-útlátinum tey næstu fýra árini. Tað kom fram á einari ráðsyevnu í Nuuk fyrr í vikuni, har umleið 80 umboð fyri heimastýrið, vinnu­lívið og ymsar stovnar luttóku.

Síðani 1990 hevur grøn­lendska CO2-útlátið verið veksandi, og nú er tað um­leið 650.000 tons um árið. Luttakararnir ásann­aðu, at tað verður ein ovur­stór avbjóðing at røkka tí ásetta málinum, men hildu, at tað fer at bera til at koma væl áleiðis.

Millum hugskotini, sum komu fram á ráðstevnuni, vóru uppskot um at byggja vatnorkuverk og at seta í verk tiltøk, sum skulu eggja fólki til at brúka minni orku. Harafturat varð tosað um at seta serligt avgjald á stórar bilar.