Kyoto sáttmálin - forðingar ella møguleikar

Herfyri bóru bæði føroyskir og altjóða fjølmiðlar tíðindi um, at landsstýrið hevur biðið Danmark tikið fyrivarni fyri Føroyum í sambandi við donsku staðfestingina av Kyoto sáttmálanum um útleiðingar av vakstrarhúsgassum.

 

Eyðun Elttør,

landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum

???????????????????????????????????????


Herfyri bóru bæði føroyskir og altjóða fjølmiðlar tíðindi um, at landsstýrið hevur biðið Danmark tikið fyrivarni fyri Føroyum í sambandi við donsku staðfestingina av Kyoto sáttmálanum um útleiðingar av vakstrarhúsgassum.

Havt hevur verið á lofti, at við oljuvinnuni fyri durum, og harvið eini hækking av CO2 útlátinum, ynskja vit ikki at binda okkum at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum. Tískil verða vit sett í bás við USA, sum hevur tikið endaliga avgerð um ikki at seta Kyoto sáttmálan í gildi. Hetta meti eg vera eina óhepna samanbering, tí enn hava Føroyar bara tikið eina fyribils støðu.


Sáttmálin um veðurlagsbroytingar

Hóast flestu fólk eru greið yvir, at størri og minni broytingar í verðurlagnum koma fyri, er ein stórur partur av heimsins veðurlagsserfrøðingum í dag tó á einum máli um, at vaksandi útlátið av vakstrarhúsgassum, serliga CO2, fer at føra til varandi veðurlagsbroytingar.

Í viðurkenning av hesi hóttan var Rio de Janeiro í 1992 vertur fyri eini ráðstevnu, hvørs ítøkiliga úrslit m.a. var ein sáttmáli um verðurlagsbroytingar ? tann sonevnda klimakonventiónin, sum varð undirskrivað av meir enn 150 londum. Endamálið er at skapa eina legu fyri útleiðingum av vakstrahúsgassum, sum tryggjar, at ávirkanin á veðurlagið ikki gerst vandamikil fyri okkum ella komandi ættarlið. Sáttmálin kom alment í gildi í 1994, umleið eitt ár eftir at Føroya Løgting hevði samtykt, at sáttmálin eisini skuldi galda fyri Føroyar.

Sáttmálin áleggur m.a. pørtunum at fáa til vega hagtøl yvir útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum. Í Føroyum hava vit onki yvirlit yvir hesar útleiðingar, bert nakrar fáar uppgerðir, sum í stóran mun eru grundaðar á innflutningin av brennievnum, og sum ikki eru nøktandi, tá ið vit skulu gera metingar av, í hvøn mun vit kunnu skerja okkara útleiðingar av vakstrarhúsgassum.


Kyoto sáttmálin

Tað gjørdist skjótt greitt, at málini í sáttmálanum um veðurlagsbroytingar, sum greitt er frá omanfyri, ikki vóru nóg víttfevnandi. Á eini ráðstevnu í Kyoto í 1997 varð ein ískoytissáttmáli undirskrivaður, sum bindur partarnar at skerja teirra útleiðingar av vakstrarhúsgassum við í meðal 5% grundað á útlátið í 1990. Málið skal náast í tíðarskeiðnum 2008-2012.

Danmark hevur vegna ríkið bundið seg at lækka útlátið við 8%. Um fyrivarni ikki verður tikið fyri Føroyum í sambandi við donsku ígildissetanina av Kyotosáttmálanum í 2002, er bindingin eisini galdandi fyri Føroyar.

Í hesum sambandi kann nevnast, at Kyoto sáttmálin loyvir nøkrum londum at hækka teirra útlát, t.d. kunnu Noreg, Svøríki og Ísland hækka útlátið við ávíkavist 1%, 4% og 10%.

Lat meg gera greitt, at tað ikki er vantandi føroysk umhvørvisábyrgd, sum forðar okkum í at staðfesta Kyoto sáttmálan. Áðrenn vit binda okkum til henda sáttmálan, eiga vit at fáa eitt haldgott yvirlit yvir útleiðingarnar av vakstrarhúsgassum í Føroyum seinnu árini. Ein náttúrligur partur av hesum arbeiði er eisini at meta um, hvussu ein møgulig oljuvinna fer at ávirka CO2 útlátið í Føroyum.

Ídnaðurin hevur seinnu árini sett nógva orku av til at menna tøkni, sum kann minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, og framstig eru gjørd á økinum. Eisini oljuvinnan arbeiðir framhaldandi fyri at minka um CO2 útlátið í samband við oljuframleiðslu. Í hesum sambandi er vert at nevna, at oljumálastýrið leggur dent á, at oljuvinnan brúkar framkomna og umhvørvisvinarliga tøkni til virksemið á landgrunninum.


Føroyar og Kyoto

Eg meti, at grundarlagið í løtuni er ov veikt at taka støðu til, hvørt Kyoto sáttmálin skal setast í gildi í Føroyum. Vit mugu fyrst hyggja nærri at, hvussu ásetingarnar í Kyoto sáttmálanum kunnu sameinast við ætlanirnar um eina føroyska oljuframleiðslu.

Í løtuni verður kannað, hvussu arbeiðið við at fáa til vega hagtøl best kann skipast. Oljumálastýrið hevur verið í samband við útlendskar stovnar fyri at kanna møguleikan fyri ráðgeving um málið. Avgerð verður um stutta tíð tikin um, hvussu henda uppgáva skal leggjast til rættis.

Mín ætlan er eisini at kanna møguleikarnar sum liggja í Kyoto sáttmálanum, t.d. fyri keyp av kvotum og aðrar serligar reglur sum eru galdandi. Vísir tað seg at bindingarnar í sáttmálanum ikki seta nakra veruliga forðing fyri oljuframleiðslu, kunnu vit verða við í globala arbeiðinum at minka um CO2 útlátið, samstundis sum okkara vinna kann mennast.

Okkara størsti trupuleiki í hesum sambandi er, at Føroyar eru eitt lítið land. Tískil vilja einstakar verkætlanir, sum innibera eitt stórt útlát av vakstrarhúsgassum, t.d. oljuframleiðsla, hava eina stóra ávirkan á samlaða útlátið. Tað er neyvan gjørligt at loysa henda trupulleika við at skerja útlátið frá øðrum pørtum av samfelagnum. Tær avmarkingar vit kunnu seta í verk innan t.d. orkuframleiðslu, upphiting av húsum ella ferðslu muna ov lítið sammett við tann vøksturin í útlátinum, sum ein møgulig oljuvinna kann elva til. Í dag nýta vit longu umhvørvisvinarligar orkukeldur, t.d. koma um 40% av okkara streymframleiðslu frá vatnorku. Hesin parturin kann gerst størri, um aðrir orkumøguleikar so sum vind- og alduorka í framtíðini verða tikin í nýtslu í Føroyum.

Ísland hevur ein líknandi trupulleika. Tey hava eitt lutfalsliga lágt útlát av gassum, av tí at ein stórur partur av orkunýtsluni í Íslandi stavar frá umhvørvisvinarligum orkukeldum, so sum jarðarhita. Tískil vilja verkætlanir við stórum útlátum, eins og t.d. okkara oljuvinna, beinanvegin síggjast aftur í hagtølunum sum ein vøkstur - og kunnu sum meginregla ikki setast í verk innan Kyoto sáttmálan. Ísland hevur av hesi orsøk støðugt arbeitt fyri serstøkum reglum fyri lond, sum eru í eini líknandi støðu.

Tá vit hava fingið eitt fullgott yvirlit yvir okkara útlát og hava fingið innlit í møguleikarnar, ið liggja í Kyoto sáttmálanum, herundir hvussu vit kunnu skipa okkara vinnu í framtíðini, verða vit vónandi til reiðar at gerast partur av Kyoto sáttmálanum.