Kyoto eingin trupulleiki

Útvið ein triðingur av samlaða CO2 útlátinum stavar frá oljunýtslu til upphiting. Fáa vit broytt ein fjórðing til varandi orku – til dømis vindorku – kundu vit lættliga uppfylt krøvini í Kyoto-sáttmálanujm, sigur Bjarti Thomsen, formaður í Nólsoyar Orkufelag

Nú løgtingið hevur samtykt at avtaka fyrivarni móti Kyoto-avtaluni hevur verið ført fram, at vit onga handlingsætlan hava fyri, hvussu vit kunnu uppfylla treytirnar í sáttmálanum.

Eingin slík ætlan finst, men ein av teimum, ið seinastu árini hevur arbeitt nógv við júst alternativari orku, er Bjarti Thomsen, sum eisini er formaður í Nólsoyar Orkufelag. Heta er áhugafelag sum varð stovnað í kjalarvørrinum av, at Bjarni Durholm, landsstýrismaður, tók stig til sonevndu Nólsoyarætlanina, sum í stuttum gongur út upp á at gera Nólsoynna til eina grøna oyggj.

Deils eru vindmátingar gjørdar í Nólsoy síðani mars í 2006, og hartil hevur Nólsoyar Orkufelag gjørt mátingar av oljunýtsluni í sethúsum gjøgnum longri tíð, bæði í Nólsoy og aðrastaðni.

Hesar mátingar hevur Bjarti Thomsen sett inn í grafar og stabbamyndir og hesar vísa, at orkunýtslan um summarið er áleið helmingurin av nýtsluni um veturin. (sí grafar).

Hetta er í sera góðum samsvari við orkuframleiðsluna hjá nýggju vindmyllunum hjá SEV inni í Neshaga, har framleiðslan um veturin er tvífald henni um summarið (sí stabbamynd).

 

Væl egnað

Vindmyllur hava í mong ár verið partur av orkuframleiðsluni í Danmark, og landið verður roknað sum førandi í heiminum innan vindorku. Tølini hjá SEV frá tí at nýggju vindmyllurnar byrjaðu at framleiða orku inni í Neshaga og fram til dagin í dag vísa, at framleiðslan er munandi størri enn hjá tilsvarandi myllum í Danmark.

Tølini vísa, at hesar tríggjar myllurnar framleiddu 7,591,377 kWt í 2006, og framleiðslan í ár sær út til at gerast enn størri. Framrokningar vísa, at framleiðslan í ár verður umleið 8.500.000 kWt. Hetta svarar til orku til upphiting av umleið 400 sethúsum.

Allar kanningar higartil benda á, at vindviðurskiftini í Føroyum gera vindorku munandi betri egnaða enn til dømis í Danmark. Vanliga verður roknað við, at vindmyllur í Danmark framleiða millum 25 og 30% av mest møguligari framleiðslu, meðan royndirnar higartil í Føroyum vísa, at talið liggur millum 44 og 49%.

- Hetta skal tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí hagtølini fevna um so stutta tíð, sigur Bjarti Thomsen.

Vindmyllur hava enn tann vansa, at tær framleiða streym, sum ikki kann goymast, og tí hevur SEV mett, at vindorka kann í mesta lagi standa fyri 10% av el-orkuni. Men tá talan er um upphiting, er talan um nakað heilt annað, tí tá kann orkan goymast í heitvatnstangum.

Undir øllum umstøðum ber væl til at minka munandi um CO2 útlátið við at brúka vind í staðin fyri olju til upphiting, sigur Bjarti Thomsen.