Ísland hevur tikið eitt stórt uttanríkispolitiskt stig við at lata Europasamveldinum sína umsókn um limaskap.
Í roynd og veru eru íslendingar komnir nógv longri enn vit í Føroyum. Hetta hóast samgonguskjalið hjá ABC-samgonguni sigur, at vit skulu í samráðingar við ES til tess at vita, hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av felagsskapinum.
Íslendska stjórnin torir at fáa vitan. Føroyska landsstýrið torir av einhvørjari orsøk ikki.
Føroyska perspektivið
Bert fá hava sett søguligu avgerðina hjá Altinginum í farnu viku inn í ein føroyskan samanhang. Kortini munnu tey flestu vita, at íslendska avgerðin er sera viðkomandi fyri okkum í Føroyum.
Avgerðin fær serliga ávirkan á vinnuliga kappingarføri okkara. Sannlíkt er, at Føroyar koma í ta støðu, at føroyska fiskivinnan ikki longur er kappingarfør mótvegis íslendsku fiskivinnuni.
Hetta hevði verið ein vanlukka fyri okkum, tí vit fara tá at bløða fíggjarliga. Inntøkurnar fara at svíkja, og tað fær avleiðingar fyri vælferðina og alt annað, sum skal fíggjast í okkara landi.
Aðrar avleiðingar
Íslendski ES-limaskapurin man koma skjótt. Uttanríkisráðharri Íslands er í arbeiðsklæðum, og hann metir, at landið er innan fyri europeiska garðin longu í 2012 ella har á leið.
Her er ein røð av øðrum avleiðingum, tá Ísland er komið upp í ES:
• Hoyvíkssáttmálin fellur helst burtur og harvið lagaligir handilsmøguleikar við Ísland
• Veiki EFTA-felagsskapurin viknar uppaftur meira, tí bert Noreg, Liechtenstein og Schweiz standa eftir
• Besti “vinurin” hjá Føroyum í EFTA hvørvur
• Fyri Føroyar gerst EFTA fullkomiliga óáhugavert, tí størsti kappingarneytin er farin upp í ES og fær fría atgongd til marknaðin umframt aðrar fyrimunir
• Tankin um eina fiskivinnusamgongu millum Ísland, Noreg og Føroyar, ið Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin tala fyri, gerst óhugsandi
• Áhugin at gera íløgur í Íslandi økist, tí landið er við í ES og hevur at kalla óavmarkaðar ikki-dálkandi orkumøguleikar
• Ísland gerst áhugavert og mennandi land fyri ung at búgva í
• Við at lata upp fyri Europa fær Ísland møguleika at gerast fíggjarliga stabilt
Í Noreg eru fólk farin at umhugsa somu leið sum íslendingar, og ein møguligur norskur ES-limaskapur fer sjálvsagt eisini at ávirkað okkum í Føroyum nógv. Noreg er jú stórt fiskivinnuland og ein av heimsins størstu laksaalitjóðum.
Ein spurningur um dirvi
Avgerðin hjá Altinginum um at fara í samráðingar um limaskap í ES vísir fyrst og fremst, at íslendingar hava dirvi at finna útav, um ES-limaskapur er nakað fyri teir. Serliga viðkomandi er at fáa vitan um, hvørjar treytirnar verða fyri fiskivinnuni. “Vit skulu jú vita og ikki gita”, er sagt.
Fiskivinnan er júst áhugaøkið hjá Føroyum, og útlitini mugu sigast at vera góð. ES hevur jú ein nýggjan fiskivinnupolitikk, har limalond sjálvi stýra vinnuni og fiskiskapinum. Høvuðskravið úr Brússel er, at fiskiskapurin og fiskivinnan eru burðardygg.
Í Føroyum er lítið dirvi í ES-málinum. Vit tora ikki at seta okkum saman við ES at fáa greiði á treytunum fyri at gerast partur av samveldinum. Heldur enn at vita vil sitandi landsstýri rekast fyri vág og vind við bindi fyri eyguni og proppum í oyrunum. Hetta er ábyrgdarleyst.
Kommaið skal flytast
Høvuðsorsøkin til, at onki hendir í føroyskum ES-politikki, skal finnast í føroyska uttanríkisráðnum. Har sigur landsstýrismaðurin púra misskilt, at gongdin í Íslandi ikki flytur eitt komma í føroyska Europapolitikkinum.
EFTA-felagsskapurin, sum uttanríkisráðið vil hava Føroyar upp í, viknar í stórum. Einasti “vinurin” hjá Føroyum í EFTA er á veg úr felagsskapinum, og sannlíkt er, at grundarlagið undir EBS-skipanini er farið at ridlað. Eisini av hesi orsøk eigur føroyskur Europapolitikkur at rætta kós.
Løgmaður eigur tí sum skjótast at taka stig til, at Europapolitikkurin hjá ABC-samgonguni verður dagførdur sambært tí veruleika, vit í dag eru í. Føroyar hava tørv á at flyta seg eftir altjóða rákinum.
Nú er tíðin komin til, at uttanríkisráðið flytir kommaið í sínum Europapolitikki. Verður tað ikki gjørt, kundi væl hent seg, at onnur flyta kommaið í staðin.