Heimasíðutíðindi
www.javnratt.fo
Dreingir skulu kynda bál og fanga smákykt. Genturnar læra harafturímóti um postalínsmáling og prinsessukakur. Dreingirnir skulu lesa um Klodshans, meðan Tornerósa er fyri genturnar. Og matgerð, reingerð og vaskiklæði eru sjálvandi gentumál – meðan dreingirnir spæla teldu.
Undir jólatrænum í ár fara at liggja fleiri bøkur, sum málrættað venda sær til ávikavist gentur og dreingir. Gyldendal hevur givið út tvær ævintýrbøkur til ávikavist annað kynið og hitt. Politikens Forlag er aktuelt við eini dreingjabók og einari gentubók við íblástri til spøl, og sama forlag hevur givið út hondbókina ”Frøken Flora” við góðum ráðum um at lufta dýnur, at taka burtur blettir og at gera reint.
– Hetta er groteskt. Gongdin, vit hava sæð við barnaklæðum til gentur og dreingir, ja sjálvt til pinkubørn, slær nú ígjøgnum í bókmentunum, og tá bøkurnar koma út í handlarnar og á bókasøvnini, liggur eitt slag av staðfesting av hesum kynsstereotypiunum, sigur Karen Sjørup, lektari á Roskilde Universitetscenter.
Avmarkar menningina
Sambært professara á Danmarks Pædagogiske Universitet, Dorte Marie Søndergaard, hevur ein ógvuslig bylgja verið í Danmark, har dreingir skulu vera dreingir, og gentur skulu vera gentur. Hetta rák slær eisini ígjøgnum hjá teimum heilt smáu børnunum, sum ganga í barnagarði, har foreldur og pedagogar bæði beinleiðis og óbeinleiðis undirstrika kynini á børnunum.
– Tað byrjar tíðliga, og vandin er, at møguleikarnir hjá børnunum at menna seg verða avmarkaðir, serliga tá mynstrið verður endurtikið í øðrum sambondum gjøgnum alt lívið, sigur Dorte Marie Søndergaard.
Finst ongin rættur háttur
Hon og Karen Sjørup eru samdar um, at forløg, leikutoys- og klædnaframleiðarar endurspegla nøkur rák í tíðini, men samstundis eru hesir peningaligu áhugabólkar við til at fasthalda og styrkja kynsmynstrini við málrættaðu marknaðarføringini.
– Kanska halda summi foreldur, at kynið bleiv undirkúgað, tá tey sjálvi vóru børn, og tí halda tey tað vera tekin um frílyndi at liva kynið heilt út. Men hetta er ein sera ivingarsom tankagongd, tí hon leggur upp til, at tað finst ein grundleggjandi háttur at verða maður uppá – men ein slíkur finst jú ikki, sigur Karen Sjørup, sum tó vísir á, at talan fyrst og fremst er um eina estetisering av børnunum.
– Sjálvt gentur í blonduskjúrti eru ofta í heitum buksum innanfyri og kunnu bæði klintra í trøum og sláa nevan í borðið. So tað er ikki sama kúganin í kjólunum sum fyrr, sigur Karen Sjørup.
Munurin er góður
Leikutoysgranskari Jørn Martin Steenhold váttar, at leikutoy og bøkur í dag í størri mun eru býtt eftir kyni á børnunum – men tað er bara positivt, heldur hann.
– Tað er gott fyri børn, at tey sleppa at liva kynið út við bókmentum og leikutoyi. Børnini granska jú eisini leikutoy hvør hjá øðrum - genturnar spæla við bilar og dreingirnir við køkin. Ovurstóra fokuseringin á javnstøðu í 1970unum oyðilegði skapanargleðina og gjørdi spælið einstáttað, sigur Jørn Martin Steenhold.
Um bókina, har børnini saman við Frøken Flora kunnu kanna, hvussu skjótt tey kunnu skifta á songini, og har dreingirnir verða teknaðir sum nakrir, sum liggja á gólvinum og spæla teldu, sigur Jørn Martin Steenhold
– Hetta er jú ikki veruleiki, men ein uppfunnin søga, sum kanska kann skapa kjak millum foreldur og børn um arbeiðsbýtið í heiminum.
Kelda: Kristeligt Dagblad