Ein kanning í Danmark vísir, at næstan helvtin av teimum tilburðunum, har børn eru fyri kynsligum ágangi, verða ongantíð fráboðaðir myndugleikunum
Tað er ein deild á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, sum hevur gjørt kanningina. Seinastu tvey árini hevur deildin viðgjørt mál um 254 børn, har illgruni hevur verið um kynsligan ágang.
Kanningin hjá deildini avdúkar, at 42,5 prosent av tilburðunum, har børn hava verið fyri kynsligum ágangi, verða ongantíð fráboðaðir løgregluni. Orsøkin er sambært kanningini, at foreldrini hjá børnunum aftra seg við at boða løgregluni frá fyri at sleppa undan avhoyringunum, tí tey halda tað vera synd fyri børnini.
Á løgreglustøðini í Glostrup harmast løgreglan um, at foreldrini skulu hugsa soleiðis. Sten Skovgaard Larsen, kriminalovasti, sigur við danska útvarpið, at løgreglan nýtir síni bestu fólk í slíkum málum, og hann heldur tað vera harmiligt, at foreldrini aftra seg við at fara til løgregluna.
Bodil Moltesen, sum er lækni á Ríkissjúkrahúsinum, sigur seg duga at skilja, at foreldrini aftra seg við at boða løgregluni frá kynsligum ágangi. Hon vísir á, at tað er sera torført at fáa nakran dømdan fyri kynsligan ágang, tí tað er so trupult at prógva, at talan er um ágang. Tá talan er um børn, er ofta ringt at fáa staðfest, hvat veruliga er hent, og ber tað ikki til, ber tað heldur ikki til at fáa nakran dømdan, sigur Bodil Moltesen.