Kynsligur ágangur: Hetta er eitt stig tann rætta vegin

- Men tað er eitt ið manglar, halda tey í Kris

Í hesum døgum arbeiðir landsstýrið. Við eini ætlan um at herða revsingina fyri kynslig brotsverk. Kris, sum er ein felagsskapur, ið hjálpir teimum, ið hava verið fyri kynsligum brotsverkum, heldur, at hetta er eitt stig á rættari leið.

 

Men tey halda, at tað er eitt, ið mangla. Kris heldur nevniliga, at lógarbroytingin eisini eigur at fevna um krav um viðgerð til tann, ið hevur framt brotsgerðina. Í Kris halda tey, at at fyribyrging ímóti kynsligum brotsverkum eigur at fáa ein nógv størri leiklut í broytingini í revsilógini. Hetta saman við herðingini av longdini av revsing, siga tey í Kris.

 

Í Kris hava tey nú í 25 ár arbeitt við ráðgeving og hjálp til tey, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og avvarðandi teirra. Tíverri sær hesin trupulleiki ikki út til at verða minkandi - kanska heldur vaksandi.  Tískil halda tey, at tað eigur at verða arbeitt nógv meiri við fyribyrging á stovnum, skúlum og arbeiðsplássum, bæði hjá tí almenna í kommunum og hjá tí  privata. Endamálið eigur at verða at trupulleikin verður so væl lýstur, at hann í framtíðini verður burtur.

 

– Hetta krevur, at vit menniskju frá ungum árum eru tilvitað um, hvat er rætt og skeivt í samband við kynslív – og hvørji mørkini eru, sigur Kris.

 

Trýst HEr og les meiri um, hvørji sjónarmið Kris hevur um ætlanina at hera revsingina fyri kynslig brotsverk.