Kynsligt samband við børn

Ein ungur maður fyrst í 20-unum er í dag í Føroya Rætti ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á trý børn undir 12 ár. Í øllum førunum snýr kæran seg um »anden kønslig omgang end samleje«

Siðamisbrotini fóru fram í tíðarskeiðinum januar 2002 til 2005, og var talan í fyrsta umfari um »anden kønslig omgang end samleje« við ein ungan drong, sum í tíðarskeiðinum var undir 12 ára gamal.
Órættaði drongurin er føddur í 1995, og hin eldri hevur í fleiri umførum gjørt seg kynsliga inn á hann. Fleiri ferðir hevur talan verið um oralsex, bæði tá hin eldri drongurin hevur framt hetta móti tí yngra, og í nøkrum førum, har hin eldri hevur lokkað tann yngra at fremja oralsex.
Í eina førinum hevði eldri drongurin eisini roynt at framt samlegu við yngra dreingin, men hetta miseydnaðist tó.
Í 2002 er drongurin eisini ákærdur fyri at hava framt »anden kønslig omgang end samleje« móti einari gentu, fødd í 1991, í fleiri umførum. Eisini móti henni hevði drongurin roynt at fullført samlegu, tó uttan at hetta ednaðist.
Og í triðja førinum hevur drongurin víst somu framferð móti einari ungari gentu, fødd í 1997. Eisini her var talan um »anden kønslig omgang end samleje«.
Føroya Rættur viðgerð ákærurnar í dag, og eftir umbøn frá verjanum fer hetta fram fyri afturlætnum hurðum.