Kynskvotur: Tingið skal avspegla fólkið

Ingrid S. Henriksen
---------
Í Føroyum hava einans 5 kvinnur sæti í løgtinginum. Hetta er bert 15, 2% av samlaða tingfólkatalinum, ið er 33 tingfólk. Stór yvirumboðan er sostatt í løgtinginum av monnum.
Mikudagin hin 17. mars 2010 verða heili 4 uppskot viðgjørd í løgtinginum um at broyta valskipanina til løgtingið. Harav snúgva 2 seg um, at vit aftur skulu hava økiskvotur. Ikki hoyrist eitt kis frá okkara lóggávutingi - løgtinginum - um at vit mugu fáa betri kynsjavnstøðu í tinginum.
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, úttalaði seg í útvarpinum hin 5. mars 2010 um føroysku valskipanina. Hann legði dent á, at “tingið skal avspegla fólkið”. Henda útsøgn er eftir mínum tykki sera beinrakin. Vit vita, at føroyska fólkið fevnir ikki bert um menn, men um bæði kvinnur og menn. Vit mugu tí - ongantíð ov skjótt, eins og onnur framkomin samfeløg - tilevna og samtykkja lóggávu, ið tryggjar kynsjavnstøðu á tingi. Tá gerst Føroya Løgting umsíðir ein avspegling av fólkinum.
Tórshavn hin 15. mars 2010