Kynsdiskriminering?!

Umboð løgtingsins, løgtingsumboðið ella løgtingsins umboðsmaður.

Tað er at undrast stórliga á, at løgtingsnevndin, sum hevur latið álit úr hondum í lógaruppskotinum um løgtingsins umboðsmann, sigur seg ikki føra fyri at finna eitt kynsóheft heiti til henda nýggja stovn.

Hóast ein samd málnevnd heitir á løgtingið at finna annað hóskandi orð, og eisini kemur við uppskotum, heldur løgtingsnevndin fast við, at onki annað enn bert tað eina heitið er nøktandi. Hvør orsøkin er, ella hvørjar grundgevingarnar eru, kundi verið áhugavert at frætt, tí í ár 2000 at gera starvsheiti við endingini ? ?maður?, nærkast eini niðurgerðing av kvinnunum, sum telja helvtina av Føroya fólki.

Løgtingsnevndin sigur í áliti sínum, at ?nevndin hevur havt drúgt orðaskifti um hetta, men tað hevur tó ikki verið møguligt at finna eitt heiti sum hóskar, serliga tá hugsað verður um tað innihaldið, sum lógaruppskotið leggur í starvið.?

Hvat hetta orðaskifti hevur snúð seg um kann bert gitast um, men um tað er endingin ?maður?, sum nevndin heldur, gevur heitinum so serligan týdning og starvinum eitt so serligt innihald, so onki annað heiti yvirhøvur kann koma uppá tal, so sigur hetta ikki so lítið um hugsunnarháttin og manglandi hugflogið hjá løgtingslimunum.

Kvinnur í dag identificerað seg ikki við menn og hava trupulleikar av slíkum starvsheitum, sum bert venda sær til menninar. Málið skal venda sær til bæði kynini. Hví skal ein kvinna í hesum starvinum finna seg í at vera nevnd umboðsmaður. Hon er ikki maður, men kvinna, og er tað óhøviskt framhaldandi tvíhalda um mannin í nýgerð av orðum, sum um at kvinnurnar ikki eksistera. Á teimum økjum, har kvinnurnar hava verið virknar eru heitini kona og kvinna brúkt, flakakvinna, neytakona osv. . Nú kvinnurnar koma inn á alt fleiri arbeiðsøki, er tað ein sjálvfylgja, at málið fylgir við her eisini. Hetta stendur eisini greitt í tilmælinum frá málnevndini, men sum ikki verður lurtað eftir.

Hví lógin ikki kann eita t. d: ?Lóg um umboð løgtingsins? og tað í lógartekstinum annars verða sagt ?løgtingsumboðið? er óskiljandi. Hvat sermerkt verður við starvinum, um ?maður? verður krøkt uppí. Tað, sum er avgerandi, er, at ?løgtingsumboðið? verður valt av løgtinginum og arbeiðir eftir lógini, og framgongur tað eins greitt av heitinum ?løgtingsumboðið?, at hetta er umboð løgtinsins, sum um umboðið verður kallað ?-maðurin?.

Vit hava í dag dømi um Ríkisumboðið. Nú ríkisumboðið gjørdist kvinna, fer heitið ríkisumboðsmaður í bakgrundina, sum vituligt er. Fyri hvønn dag sum gongur, tykist tað meir øvugt at nevna hana ríkisumboðsmaður. Soleiðis eisini við løgtingsins umboðsmanni eins og øðrum orðum við. Tað kennist í dag diskriminierandi bert at nevna menn og ikki kvinnur í frásøgum, fyrilestrum, samrøðum og allastaðni yvirhøvur. Strembast skal tí ímóti einum málbrúki, sum vendir sær til bæði kynini. Lættast verður hetta gjørt við kynsóheftum orðum.

Einasta grundgevingin løgtingsnevndin kann hugsast at hava fyri heitinum umboðsmaður er, at soleiðis gera tey aðrastaðni. Men tað er ongin grundgeving í sjálvum sær. Tað er ikki heitið sum skapar stovnin, men tað sum lagt verður í heitið. Løgtingsumboðið skal vera okkara egna og fylgja okkara føroysku lóg. Annars kann minnast á, at tað eisini er skyldan hjá løgtingingum at fylgja hugburðinum í okkara egnu javnstøðulógini, sum fevnir um at hava atlit fyri báðum kynum og sum eisini fevnir um málburð og orðagerð.

Hugburðurin í løgtinginum til javnstøðulógina vísir seg í eini viðgerð av máli sum hesum. Um tað verður soleiðis at meirilutin í nevndini fær sín vilja við ?manninum?, hóast kvinnurnar og teir tilvitaðu menninir í tinginum hava ynskt tað øðrvísi, so er hetta enn eitt dømi um hvussu trong kor javnstøðuhugburðurin, sum merkir virðingin fyri hvørjum øðrum, hevur á løgtingið - hóast ofta verður sagt annað í orðum.


Vegna javnstøðunevndina

Turið Debes Hentze, fork.