Kynsbýttur arbeiðsmarknaður

Forkvinnan í javnstøðunevndini heldur, at tølini frá ALS sláa fast, hvussu kynsbýttur føroyski arbeiðsmarknaðurin er

 

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni fyri arbeiðsmarknaðin staðfestir, at 898 føroyingar vóru arbeiðsleysir í desember. Hetta eru 48 fleiri enn í november mánaði í fjør, men hinvegin er talið 273 fólk lægri, enn tað var í desember mánaði í 2013.

 

Sostatt er samlaða arbeiðsloysi fyri arbeiðsføru fjøldina 3.3 prosent.

 

Av teimum arbeiðsleysu eru 358 mannfólk og sostatt eru ikki færri enn 540 kvinnur skrásettar at vera arbeiðsleysar.

 

Forkvinnan fyri Javnstøðunevndina, Katrin Kallsberg, sigur tað ikki vera nakað nýtt í, at Føroyar hava ein kynsuppbýttan arbeiðsmarknað.

 

Við at trýsta á leinkjuna undir myndini hoyrist samrøðan, sum Rás2 hevði við Katrin Kallsberg í dag.