Kyndil fekk sín fyrsta sigur í endaspælinum hjá monnum í hús, tá kollfirðingar vórðu sendir heim við einum 20-23 ósigri. Men Kyndil var alt annað enn sannførandi, og KÍF var á odda fram til tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá teir steðgaðu fullkomiliga upp. Tá var støðan 19-17 til KÍF, og Kyndil fekk ein mann útvístan. Men kortini megnaðu kyndlamenn at koma upp á 19-18 og fingu fýra mál afturat, áðrenn kollfirðingar komu aftur á máltalvuna. Tá hevði KÍF spælt eitt korter uttan at fáa mál, meðan Kyndil hevði fingið fimm, og so var spælið spilt hjá KÍF. Kyndil vann sín fyrsta dyst í endaspælinum og hevur nú bert steypafinaluna eftir at spæla um. Liðið fær ikki heiðursmerki og flytir ikki niður.
Kyndil-KÍF 23-20 (13-15)
Kyndil: Bjarni Wardum 9, Hannis Wardum 4, Uni Wardum 3, Bárður Mikkelsen 2, Niklas Djurhuus 1, Búi Holm 1, Bárður Johannesen 1, Ken Zachariassen 1.
KÍF: Eddi Joensen 10, Jóan P. Olsen 4, Jónálvur Johannesen 3, Vagnur Johannesen 1, Petur M. Johansen 1, Petur M. Poulsen 1.
Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 4.