Kyndlakvinnurnar endurtóku bragdið

Fyri trimum vikum tóku kvinnurnar hjá Kyndli øll á bóli við at vinna á VÍF, og sunnudagin endurtóku tær bragdið ? aftur hesa ferð við bara einum máli á muni

Kvinnuhondbóltur

Kvinnurnar hjá VÍF, sum hava dominerað kvinnuhondbóltinum fullkomuliga síðstu tveir vetrarnar, líkjast framvegis ikki sær sjálvum.
Liðið hevur verið óstøðugt, og sum tað hevur gingið higartil, peikar einki á eina endurtøku av greipunum hesi bæði kappingarárini.
Heldur ikki tað, at ein møguleiki var fyri, at VB kundi koppað á Skála móti StÍF, var nóg mikið til at styrkj VÍF-liðið so frægt, at tað kláraði at vinna á Kyndli.
Kvinnuliðið hjá vestmenningum hevði annars nakað at hevna, tí tað vóru ikki meira enn tríggjar vikur síðani, at Kyndil í Vestmanna hevði skapt sína fyrstu sensatión í ár og hevði vunnið á VÍF við einum máli.
Tvørturímóti sá tað nógv meira út til, at Kyndil vildi gera sítt besta fyri at endurtaka bragdið.

Nógv vongmál
VÍF hevði betur tak á tí heila fyrstu tjúgu minuttirnar, men so kom Kyndil betur við, og serliga var tað vongspælið, ið gjørdi munin teir síðstu minuttirnar av fyrra hálvleiki.
Sonja Smiljic var undan dystinum sera ivasom, tí hon fyrr í vikuni beklaði, men kortini valdi hon at bjóða seg til og varð skift inn á vinstra vong.
Saman við Ann-Mari Vang á høgra vongi syrgdi Sonja fyri, at Kyndil ikki bara kom inn í dystin, men eisini legði seg væl á odda undan steðginum.
Síðstu átta minuttirnar undan steðginum skoraðu tær báðar sjey mál, meðan VÍF bara ta einu ferðina fekk bóltin inn um vælspælandi Fríðu Petersen í Kyndlamálinum.
Hetta vendi ordiliga dystinum, og nú var tað brádliga Kyndil, ið var langt frammanfyri, meðan VÍF skuldi royna at sleppa upp í part aftur eftir steðgin.

Fekk Kyndil aftur
Liðið hjá VÍF arbeiddi eisini væl fyri sakini í seinna hálvleiki, men ikki uttan svørðslag, tí Kyndil stríddist væl og vildi ongantíð sleppa VÍF.
Serliga var tað í verjuni, at tær hjá Kyndli royndust væl. Hvørki Sóley Mikkelsen ella Jacklyn Durhuus, ið báðar eru stórar skothóttanir, sluppu so væl framat, sum tær annars plaga at gera.
Kortini eydnaðist VÍF stig fyri stig at koma innaftur í dystin, og tá tað leið móti endanum, var líkt til, at tær úr Vestmanna skuldu fara avstað við øllum.
Fýra minuttir fyri tíð var VÍF fyri fyrstu ferð á odda í seinna hálvleiki, tá tað bleiv 20-19.
Men Kyndil hevði ikki brúkt sínar síðstu trumfir. Annika Thomsen javnaði til 20-20, tá ein minuttur var eftir, og so var tað, at VÍF fór í skjótálop og kundi havt lagt seg framum eina ferð enn.
Jacklyn Durhuus fór frameftir, men misti bóltin, og so kundi Lotte Sørensen spæla Ilianu Manolescu fría til sigursmálið í allarsíðstu løtuni.
Sum vera man var stór frøi á Kyndlaspælarunum, nú tað enn eina ferð hevði eydnast at koppa VÍF, sum hinvegin kundi iðra seg um, at sjálvt ikki javnleikur fekst burtur úr dystinum, sum at enda kundi verið koppaður báðar vegir.

Kyndil-VÍF 21-20 (13-9)
Málskjúttar:
Kyndil: Sonja Smiljic 7 (4), Ann-Mari Vang 5, Iliana Manolescu 4, Marjun Tróndarson 2, Annika Ljósstein 1, Lotte Sørensen 1 (1), Annika Thomsen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 8 (2), Nicoleta Radu 4, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Jacklyn Durhuus 3, Alis Høghamar 2
Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 2
Útvísingar: VÍF 4
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Joensen