Kyndlagonga og felags nýggjárshald

Nýggjársnevndin skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi í Runavíkar kommunu.

Nýggjársnevndin skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi í Runavíkar kommunu. Byrjað verður klokkan 21 við kyndlagongu frá Bylgjuni í Runavík, av Hjallavegi í Saltangará og frá Glyvra skúla.

 

Kyndlagongan endar á økinum norðan fyri Gulu Smiðju í Saltangará, har Hallur Hansen fer at halda røðu, og sambært skránni verður røðan hildin í smiðjuni umleið klokkan 22 gamlaárskvøld.

 

Eftir røðuna hjá Halli Hansen verður fýrverk skotið, og síðan bjóðar nýggjársnevndin til suppu.