Kyndlafjepparar savnast í bowlinghøllini

Kyndil ger nógv burturúr, nú mansliðið hjá felagnum hevur vunnið seg í FM-finaluna hjá monnum.

 

Fyrsta finalan millum Kyndil og Neistan um FM-heitið í Atlantic Airways-kappingini verður spæld í høllini á Hálsi skírishósdag kl. 17.00.

 

Kyndil heitir á sínar fjepparar um at møta fjølmentir í Bowlinghøllini kl. 15.30 skírishósdag at hita upp til finaluna.

 

Spælarar á 1. kvinnuliði standa fyri andlitsmáling, og hitað verður eisini upp við kyndilstónleiki.

 

Øll, sum møta í grønari troyggju ella grønum venjingarbúna fáa eitt serligt tilboð.