Kyndilsupphiting í Bowlinghøllini

Tað skal bæði síggjast og hoyrast, Nú Kyndilskvinnur aftur í ár eru í steypafinaluni

 

 

Á Facebook-vanganum hjá Kyndli verður sagt, at grønu áskoðararnir hittast í bowlinghøllini frá klokkan 11.30.

 

Sjálvur dysturin byrjar klokkan 13.30, so nakað av tíð hava fjeppararnir til at fáa alt tað praktiska so sum andlitsmáling, klapparar í røttum liti v.m. í rættlag.

 

Eingin ivi er um, at onkrir Kyndils-tónar eisini vera at hoyra, soleiðis at lagið verður, sum tað sømir seg einum finaludysti, tá blást verður ígongd.