Ása undir Kletti
Guli vestur var eitt sindur sjei. Hann hevði frætt, at grøni vestur kanska kom at vitja einaferð í komandi viku. Nú var ikki at smæðast burtur og síggja býttur út og kanska tøva og ikki tora at siga nakað, nei, hann avráddi líkasum fyri sær sjálvum at vera púra opin fyri øllum og taka væl ímóti grøna vesti, sum hann hevði hoyrt so nógv um. Ov mikið skuldi verið at trivið í, tí teir høvdu ongantíð hitst fyrr. Hann var eisini øgiliga spentur upp á at frætta, um grøni vestur visti okkurt nýtt at siga sær. Teir vóru tíverr ikki so nógvir í Havn, tann einasti vesturin hann annars visti um umframt grøna, var ein appelsingulur, sum búði úti á Hvarvinum, men hann hevði verið so ringur av krími, so hann hevði hildið seg innandura mesta partin av vetrinum. Hevði ikki verið nakran líkinda túr enn, visti guli vestur. Tað hevði hann frætt soleiðis undirhonds.
Nú var eisini so langt síðani, at hann hevði fingið nakað prát við ein annan vest. Hann ørmintist, at hann í Skipshandlinum hevði verið í góðum vestaselskapi og prátið hevði gingið av tí allarbesta um alt millum himmal og jørð. Onkuntíð høvdu teir enntá diskuterað politikk so tað dunaði eftirí. Esther visti sjálvandi av ongum, gav sær ikki far um teir, tí hon hevði so nógv at gera við at selja útgerð til skipsmenninar og øll hini, sum stukku inn á gólvið. Tað vóru ikki hissini pløgg hon langaði yvirum diskin. Har vóru klaffahúgvur við teddybjarnafóðri, sum tú kundi binda niðurundir høkuna, har vóru langar undirbuksur, ullintar undirtroyggjur, Helly Hansen regnsett uppá tilboð og ikki uppá tilboð, handskar, langar hosur, stuttar hosur og var tað ikki á goymlsu, ja, so fekk Ester fatur á tí. Men í seinastuni hevði verið heldur einsligt í vestahøpi, tí allir hinir vestarnir vóru farnir í hvør sína ætt, teir vórðu seldir, og nú hekk guli vestur so einsamallur eftir millum gummistúvlar og regnjakkar og onkra hissini ullinta húgvu frá Pau.
Men so hendi okkurt. Nú kom røring í og onkur spurdi eftir sær. Hetta var dagur í viku. Guli vestur skalv av spenningi og gjørdi tað, hann var mentur fyri at síggja bæriligur út. Jú. Nú var hann lagdur í ein plastposa og koyrdur í ein ryggsekk. Tað kendist nokkso løgið, tí hann hevði ongantíð verið í einum ryggsekki fyrr. So varð ryggsekkurin hirdur upp á ryggin og so avstað í fullari ferð. Hetta var vorðið sum. Heimkomin varð hann tikin úr taskuni og vístur fram fyri hinum í húskinum. Tað var ikki sørt at tey smíltust eitt sindur. Onkur flenti hart. Pínligt. Guli vestur var nokkso foyur, tí hann visti ikki ordiliga hvussu hann skuldi reagera. Helt seg bara kúrran og lat seg beundra. Síðani varð hann hongdur inn í klædnaskápið og royndi at koma til sættis millum jakkar og frakkar, sum har hingu.
Men skjótt var hvílistøðan yvirstaðin. Hann varð í heilum tikin fram og brúktur. Hevði ikki meira enn fingið hitan, so var hann aftur tikin fram, hongdur uttaná jakkan og so avstað við sjógv á baki. Ikki tí, tað var nú sera hugnaligt at sleppa við til gongu runt í Havn, og ofta varð dúgliga prátað við fólk á vegnum. Guli vestur lá undir hvørjum orði og fekk mangt eitt gott prát við. Hann hevði eisini stundir at "peila av" eitt sindur og skimast rundan um seg. Løgið, at eingin annar vestur var at síggja nakrastaðni. Tað var sera trupult at síggja nakað skil á nøkrum, tá tað byrjaði at skýma. Bilarnir vóru eisini í so næskir til tíðir, helt guli vestur. Í roynd og veru áttu øll, sum vóru til gongu, at verið í vesti, tað var rættiliga vist. Ikki um at tala børnini. Onkuntíð fekk guli vestur ordiliga ilt í búkin, tí børnini sóust ikki nær námind so væl, sum tey áttu. Tey runnu úti á vegnum og løgdu ikki petti í at koma alt ov nær bilunum, sum koyrdu framvið við tí rúkandi ferð.
Alt gott um, at kyndilsmessa sum boðaði frá, at gonguljóst er til kl. 18.00, var farin afturum, men tað visti guli vestur ikki var eftirfarandi, tí enn var so bølamyrkt, at ikki var hugsingur um at hann varð hongdur í skápið fyri well. Guli vestur var sera nøgdur við, at hann var aktivur enn. Hann kendi seg sum ein ungling og hevði ongar ætlanir um at leggja frá sær. Enn vóru nógvir góðir gongutúrar fyri framman - tað visti hann. Og bleiv ljóst um dagin, var myrkt um kvøldið heilt fram til flaggdagin. Og nú skuldi grøni vestur koma at vitja! Tað var nakað heilt serligt. Ikki hevði hann heilsað upp grøna vest fyrr, hevði ongantíð borið eygað við hann, so mestur gekk grøni vestur onkra aðrastaðni í høvuðsstaðnum. Havnin var jú so stór, so tað var ikki óhugsandi at tú kundi ganga og ganga uttan at hitta nakran livandi vest.
Hetta var spennandi. Tá guli vestur hugsaði seg um, so mátti hann viðganga, at tað var nokkso einsligt til tíðir. Hann hevði einki havt ímóti at teir vóru fleiri í klædnaskápinum eftir loknan gongutúr, men eingin hugur var millum hini í húsinum at keypa nakran. Tey hildu kanska at tað sá so tollut út. Tað skilti guli vestur ikki. Tað hevði nú verið hugfarsligt, um onkur var at stytta sær stundir og práta við, tá kvøldið kom. Hann hevði roynt at komið á tal við onkran jakka, sum hekk undir liðini á sær í gongini, men hesin var so svinnur - hugdi bara burtur og lat ikki við seg koma. Kanska helt hann seg vera nakað serstakt. Ná. Tað loysti seg ikki at droyma alt ov nógv, men fegnast um tað, sum var fyri framman. Guli vestur linkaði, hákunardrongurin var komin at vitja, og skjótt svav hann sín søta svøvn og droymdi um gular, grønar og appelsingular vestar, so langt eygað rakk.
Guli vestur hvakk við - mestur hevði hann durvað, men nú hendi okkurt. Á, sum hann var spentur. Hann kendi á sær, at onkur nærkaðist - at onkur var í túninum. Skervurin esjaði og gresjaði.
Kanska var tað grøni vestur. Nú hevði hann ikki hugsað um annað enn grøna vest tað mesta av einari viku, og satt at siga orkaði hann ikki at bíða longur. Fótafetini nærkaðust, tey komu nærri og nærri, dyrnar vórðu latnar upp og......hann kikkaði eftir ondini - alt gjørdist so ljósagrønt og bjart, at hann næstan datt av akslatrænum. Har var grøni vestur við konuni í, so skínandi bjartur og vakur. Rætt skal vera rætt. Konan sjálv var heldur ikki so galin. Guli vestur avgjørdi á staðnum, at hann ikki hevði sæð vakrari sjón nakrantíð. Hann mundi ikki fingið eyguni av vestinum.
Nógv rok var í gongini eina løtu, meðan jakkar og frakkar vórðu hongdir inn í skápið, og eftir lítlari løtu hingu teir lið um lið og vóru púra ørir av gleði.
Fórt tú út í gongina eina løtu seinni (tað gjørdi eg) og legði oyrað ordiliga tætt inn at skápinum, har teir hingu innanfyri, kundi tú, um gjørdi tær ómak, hoyra eina øgiliga gnisan, teskan, mutlan og tutlan. Jú, í skápinum var rættiligt kyndilsmessukæti.