Brim
Sandavági:
Nakað av skaða hendi í bátahylinum í Sandavági leygarmorgunin. Tað var fløðandi sjógvur og barometri rættiliga lágt.
Eldri menn í Sandavági siga seg ikki vita um meira brim enn tað sama. Ættin var útsynningursunnan, sum teir meta vera ringa ætt til uppgang.
Serliga vóru tað teir smáu bátarnir, fýramannafør ella so, sum brimið gekk útyvir. Brimið legði yvir brimgarðin, og bátarnir koppaðu. Summir teirra høvdu leysamotorar umborð, og teir eru so farnir fyri einki. Størru bátarnir tykjast ikki hava fingið nakran skaða.
Nú er einki óvanligt í, at brim er hesa tíðina, og fyrr hevur kyndislmessubrim eisini verið tiltikið. Eitt nú verður tosað um kyndislmessuna hørðu, sum segðist at fylla Saksun við sandi.