Zakarias Wang
?????????????
Alkunnugt er, at fyri ár 1600 høvdu vit ein ódnar-storm á kyndilsmessu, har stórur skaði stóðst.
Nú í ár er eisini ein ring kyndilsmessa, tí tann meiriluti av Føroya fólki, sum er fyri at vit skulu gerast ein sjálvstøðug tjóð, er syndrað og farin í hvør sína ætt.
Hvat er tað sum er hent?
Fyri brátt seks árum síðani høvdu vit val, har ein meiriluti atkvøddi fyri Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum, øllum teimum flokkum á tingi, sum ikki høvdu verið við til at gjøgnumføra heimastýrisskipanina. Tíverri varð Miðflokkurin ikki tikin við í samgonguna 1998, og tað gjørdi hana veikari beinanvegin.
Harumframt vísti tað seg skjótt, at nøkur av umboðum Fólkafloksins, høvdu misskilt hvat tað var flokkurin stóð fyri. Fólkaflokkurin varð jú stovnaður í 1939 við Jóannesi Paturssyni sum formanni fyri at vinna Føroyum fullveldi. Nú ið høvi var at røkka hesum máli, vóru tað nakrir fólkafloksmenn ið tóktust at hava kálvahjarta.
Orsøkin til hetta er, at tað eru alt ov nógv fólk í Føroyum, ið halda at vit hava tað gott undir núverandi skipan okkara. Tað, hesi fólk føra fram, er, at vit sum er fáa pengar úr Danmark, og at tað er gott fyri okkum at fáa hesar pengar og at vit høvdu liðið hungur og hall, og í hvussu so er farið á húsagang, um so var at vit ikki fingu hendan stuðul.
Tað krevur eitt ávíst arbeiði at læra at skilja, at hetta er lygn. Vit vita, at teir, ið stýra Danmark og gera av hvat skattakrónurnar hjá donsku skattgjaldarunum fara til, hava slíkt búskaparligt innlit, men teirra fremsta áhugamál er ikki at síggja til, at Føroya land og tjóð trívast væl. Teir skulu hugsa um, hvat ið er best fyri teir, og tað er møguligt at tað er betri fyri teirra skattgjaldarar at tað ikki gongur væl í Føroyum. Teir vóru í hvussu so er ovurhonds glaðir, tá tað eydnaðist teimum at koyra okkum á húsagang fyri nøkrum árum síðani, so at teir fingu hópin av góðari arbeiðsmegi úr Føroyum.
Somuleiðis mugu tað vera nógvir føroyingar við útbúgving, sum hava lært hvørjar skaðiligar avleiðingar danski stuðulin til Føroyar hevur fyri okkara vinnulív. Men hesir føroyingar siga ikki serliga nógv, og fáir eru at síggja millum okkara politikarar. Onkur glotti er tó, og serliga minnist eg við frøi eina fráboðan, sum Unga Sambandið kom við fyri nøkrum árum síðani, har teir hildu at vit ongan blokk skuldu hava.
Men annars sleppa politikarar okkara sær undan at seta seg inn í viðurskiftini, og greiða ikki tjóð okkara frá, at skulu vit liva við sømd í føðilandinum, so skulu vit hava eitt kappingarført vinnulív, og fáa vit stuðul uttanífrá, gerst vinnulívið ikki ført fyri at standa seg í nakrari kapping, men noyðist sjálvt at fáa studning. Hetta vil siga, at tær almennu inntøkurnar, sum annars høvdu kunnað verið nýttar til tey endamál, sum veljararnir vilja hava at tað almenna tekur sær av, ikki eru nóg stórar, tí tær fara í tað botnleysa karið, ið almennur stuðul til undirskotsvinnur er.
Men av tí at teir, ið skil hava fyri hesum samanhanginum, ikki stíga fram og greiða fólki frá, at soleiðis er verðin nú einaferð, so liva fólk í tí sáligu trúgv, at tey gerast betri fyri við at fáa studning úr Danmark. Av tí sama gerast politikarnir bangnir fyri at gera tað sum rætt er, og tað hevði verið umgangandi at yvirtikið alt sum yvirtakast kann, so vit ikki fáa so nógvar pengar uttanífrá.
Tíverri hava vit longu gloymt tey árini, ið vit høvdu eina so stóra skuld, at renta og avdráttur av henni fór avstað við øllum tí danska stuðlinum. Tá høvdu vit ikki ráð at geva stuðul til vinnulívið, og tá gekk tað við rúkandi ferð at fáa gongd í okkara vinnulív. Hetta próvar betri enn nakað annað, hvør dugnaskapur býr í tjóð okkara, bert vit høvdu slopppið burtur úr tí hafti, sum danski stuðulin til okkum hevur lagt okkum í.
Men við at óttast tað, ið einki er at óttast fyri, hava nakrir politikarar í Fólkaflokkinum sett allan flokk sín í váða, tí tað er ikki at spæla við hjá einum flokki at ganga ímóti sjálvum grundarlagi floksins. Tað er tí mangt, sum bendir á, at tann skaði, sum stendst á hesi kyndilsmessu, fer at verða Fólkaflokkinum fyri.