Kyndil hevur saman við Neistanum vunnið seg víðari í hálvfinalurnar í bólki 1 hjá monnum í Faxe Kondi kappingini.
Tað gjørdist greitt tá kyndilsmenn vunnu greitt 30-23 (14-12) á Team Klaksvík í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. Eitt skiftið var støðan javnleikur 15-15, men so glapp dysturin fyri Team Klaksvík, og teir grønu úr Havn hugdu ikki aftur, og vunnu at enda ein tryggan sjeymálssigur.
Einmansherurin, Sámal á Tjaldrafløtti gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við heili 13 málum. Toppskjútti hjá Kyndli var Rógvi Dahl Christiansen við sjey málum. Eirikur J. Simonsen skoraði seks mál fyri Kyndil.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Trónd Arge siga frá seinastu løtuni av dystinum Team Klaksvík-Kyndil 23-30 (12-14).
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við roynda spælaran hjá Kyndli, Hjalta Mohr Jacobsen.
Hjalti Mohr Jacobsen heldur, at ein tann mest avgerandi løtan var yvirtalsstøðan sum Team Klaksvík hevði í seinna hálvleiki, sum Kyndil við einum manni færri á vøllinum vann 2-0.
Hjalti Mohr Jacobsen greiðir frá, at uppleggið ímóti Team Klaksvík var at verja væl, og at fáa skjótálopini at rigga væl.
Fyri Hjalta og liðfelagarnar hevur tað sera stóran týdning at vinna seg í hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini, tí í FTZ-deildini hevur ikki gingið eftir vild hjá Kyndli.
Neistin og Kyndil hava fýra stig í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini. Team Klaksvík endar á tveimum stigum, og aftast er H71 2 við ongum stigi. Í morgin klokkan 17.30 spæla H71 2 og Neistin ein dyst í Hoyvíkshøllini, sum bara hevur kosmetiskan týdning.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti hoyrist HER