Kyndilsmenn fáa styrk

William E. Skovsager, sum er 22 ára gamal og vinstri bakkur og Kyndil hava gjørt avtalu um, at hann kemur at spæla við Kyndli komandi kappingarár.

 

Hann kemur úr Skive Håndbold, har hann hevur spælt við 1. liðnum og eisini í ligaini.

William var og royndarvandi hjá Kyndli herfyri, og báðir partar eru nøgdir og samdir um at gera avtalu.

William kemur heimaftur til Føroya í næstum.