Kyndilskvinnur hildu fast um tað týðandi annað plássið í tí fremstu kvinnudeildini, sum gevur atgongd til FM-finalurnar.
Kyndil vitjaði á Skála, og har eydnaðist tað kyndilskvinnum at vinna 26-23 á StÍF, støðan í steðginum var 14-11 til Kyndil.
StÍF var væl við ein stóran part av dystinum, men ímóti dystarenda settu kyndilskvinnur tingini uppá pláss.
Støðan í tí fremstu kvinnudeildini :
1. Neistin 16 dystir 32 stig
2. Kyndil 18 dystir 22 stig
---------------------------------------
3. VÌF/Tjaldur 17 dystir 18 stig
4. VB 17 dystir 11 stig
5. StÍF 16 dystir 10 stig
6. Stjørnan 16 dystir 7 stig
Mikukvøldið 27. mars klokkan 18.30 tekur VÍF/Tjaldur ímóti Kyndli í einum dysti í Vestmanna, sum kann avgera rættiliga nógv.










